Evropeisk lond umhugsa at senda herfólk til Ukraina

- Vit vilja senda eini greið boð til Vladimir Putin um, at hann fer ikki at vinna kríggið í Ukraina, sigur eitt talsfólk fyri franska forsetan, Emmanuel Macron.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur bjóðað toppleiðarum í fleiri evropeiskum londum til skundfund í París. Ráðstevnan kom í lag, eftir at ábendingar hava verið um, at Russland hevur gjørt ávís framtøk í krígnum í Ukraina.

 

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, segði fyri ráðstevnuna, at fleiri limalond í Nato og ES umhugsa at senda herfólk til Ukraina gjøgnum sínámillum avtalur, og hann legði aftrat, at hetta verður eitt av evnunum á fundinum í París.

 

- Eg vil avmarka meg og siga, at samrøðurnar á ráðstevnuni fara at leggja upp til, at fleiri Nato-lond og ES-lond nú umhugsa at senda herfólk til Ukraina. 

 

Hetta segði Robert Fico eftir ein fund í trygdarráðnum í Slovakia, og tað er Reuters, sum endurgevur.

 

- Hetta er ein ráðstevna við opnari dagsskrá, har evnið er støðan í Ukraina. Londini hava eitt ynski um at bøta um samstarvið og ganga ynskjunum hjá Ukraina á møti.

 

Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sum kortini vísir á, at Noreg í løtuni ongar ætlanir hevur um at senda herfólk til Ukraina.

 

- Vit vilja senda eini greið boð til Vladimir Putin um, at hann fer ikki at vinna kríggið í Ukraina, sigur eitt talsfólk fyri franska forsetan, Emmanuel Macron, áðrenn ráðstevnan í París byrjaði.