Evropa vann Ryder Cup

Ryder Cup byrjaði fríggjadagin í oysandi regni og spælið var stutt eftir útsett. Eisini í vikuskiftinum spældi regni ein stóran leiklut, men í dag var veðrið í Wales gott og kappingin fekk ein spennandi enda.

 

Evropa var á odda næstan allan vegin, men í dag gjørdi USA við Tiger Woods á odda ein ordans hál. Tað endaði við at støðan var 13 ½ - 13 ½ , tá bara eitt stig var eftir at spæla um. Avgerandi dysturin endaði við, at Graeme Mcdowell vann á Hunter Mahan, soleiðis at Evropa vann samanlagt 14 ½ - 13 ½.

 

Ryder Cup er ein ?golf dystur? millum USA og Evropa. Liðini velja 12 leikarar, sum síðani skulu kappast í ymiskum golf kappingum. Kappingin var fyri fyrstu ferð í 1927 og er síðani blivin til tað hon er í dag.

 

Kappingin er annaðhvørt ár(96, 97, 99), men í 2001 var kappingin útsett vegna 9/11 álopini, til árið eftir(02, 04, 06). Tí er kappingin í ár. Ryder Cup var í ár avgreitt á Celtic Manor golfvøllinum í Wales.