Evropavinarligur forseti á odda á vali í Moldova

Beint oman fyri helvtina av atkvøðunum eru farnar til Maia Sandu, vísa fyribils úrslit frá valinum í Moldova.

Forsetin í Moldova, Maia Sandu, smílist á valveitsluni í kvøld, har eitt fyribils úrslit vísir, at hon fær meira enn helvtina av atkvøðunum. - Mynd: Daniel Mihailescu/Ritzau Scanpix

Sitandi forsetin í Moldova, evropiskt sinnaða Maia Sandu, hevur yvirhálað mótstøðuvalevnið og liggur á odda á forsetavalinum nú 92 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters í kvøld.

Sandu stendur til at fáa undirtøku frá 50,3 prosentum av veljarunum.

Fyrr um kvøldið - tá 80 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp - peikaði pílurin á Alexandr Stoianoglo, sum stóð til at fáa 51,5 prosent av atkvøðunum.

Stoianoglo fær stuðul frá russisktsinnaða sosialistaflokkinum.

Reuters skrivar, at tað kann skyldast atkvøður uttanlands, at Maia Sandu hevur yvirhálað aftur.

Tær atkvøðurnar verða vanliga taldar seinast, og tær koma millum annað frá moldovum, sum búgva í vesturlondum. Teir veljararnir atkvøddu yvirhøvur fyri Sandu í fyrra umfari av valinum.

Tá fekk forsetin 42 prosent av atkvøðunum, meðan Alexandr Stoianoglo kom á øðrum plássi við 26 prosentum.

Av tí at eingin fekk meira enn helvtina av atkvøðunum, mátti valið avgerast við nýggjari atkvøðugreiðslu millum tey bæði valevnini.

Hvørki Maia Sandu ella Alexandr Stoianoglo hava lýst seg sum vinnara ella tapara í kvøld.

Moldova, sum áður var partur av Sovjetsamveldinum fekk Moldova valevnisstatus frá ES í 2022.

Landið hevði søkt um limaskap sama ár í sambandi við kríggið í Ukraina, sum hevur mark við Moldova.

Georgia, sum eisini hevur mark við Ukraina, hevur eisini søkt um at fara upp í ES. Her var tjóðartingsval í síðstu viku, har sigurin fór til stjórnarflokkin Georgian Dream.

Vesturlond halda, at flokkurin er vorðin meira russiskt sinnaður seinastu árini.

ES heldur væl eyga við, um moldovar fara at ganga somu leið sum Georgia.

Fólkið í Moldova atkvøddi fyri stuttum ja til at vera limur í ES á fólkaatkvøðu. Atkvøðugreiðslan var tó sera tepur.

 

/Ritzau/

 

Forsetin í Moldova, Maia Sandu, smílist á valveitsluni í kvøld, har eitt fyribils úrslit vísir, at hon fær meira enn helvtina av atkvøðunum. - Mynd: Daniel Mihailescu/Ritzau Scanpix