Nú bert tvey umfør eru eftir at leika hjá liðnum hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm byrjar at síggja svart út at røkka gylta triðja plássinum, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi summar.
Fimta dystin á rað fór AIK av vøllinum uttan ein sigur. Í dag gjørdist talan um javnleik 2-2 móti BK Häcken á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi.
Häcken legði seg á odda í 10. minutti, men bert sjey minuttir seinni javnaði Erik Flataker til 1-1. Seks minuttir seinni gjørdi útiliðið sjálvmál, og so var AIK á odda 2-1.
Men Häcken kom afturíaftur og javnaði til 2-2 í seinna hálvleiki, og sá lá bara eitt stig eftir til heimaliðið.
AIK er nummar sjey í deildini við 45 stigum. GAIS á triðja plássinum hevur 48 stig, men teir hava spælt ein dyst færri enn AIK. IFK Göteborg hevur 47 stig, og Djurgården og Malmö FF hava eins og AIK, 45 stig.
Komandi sunnudag spælir AIK á útivølli móti Elfsborg, og sunnudagin 9. november enda teir kappingarárið við heimadysti móti Halmstad.











