Gongdin hjá Paula Høj og liðfeløgunum í Bergsøy í næstbestu norsku hondbóltsdeildini er framúr.
Í dag vann Bergsøy sætta dystin á rað, tá teir í REM Arena høllini í Fosnavåg vunnu greiðan 32-24 sigur á Lillestrøm. Í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir frammanfyri við fimm málum, 15-10.
Pauli skoraði fýra mál, og var saman við Esben Høiris Bloch triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.
Bergsøy er fremst í deildini við fullum stigatali, 12 stigum fyri seks dystir. Viking TIF og Bodø hava eisini 12 stig, men tað er fyri sjey dystir.
8. november spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Bjørnar, ið er næstaftast í deildini við tveimum stigum.











