Evropeiski Miðbankin sendir 224 milliardir krónur í umfar Í einari roynd at skapa støðug viðurskifti á evropeiska fíggjarmarknaðinum hevur Evropeiski Miðbankin í dag gjørt av at koyra 30 milliardir evrur ella 224 milliardir krónur í umfar.
Avgerðin er ein avleiðing av, at amerikanski íløgubankin Lehman Brothers er farin á húsagang, og at Bank of America hevur yvirtikið bankan Merryl Lynch.
Bretski tjóðbankin, Bank of England, umhugsar eisini at koyra eyka gjaldføri í umfar. Sum skilst er talan um fimm milliardir pund ella 47 milliardir krónur.