Arbeiðaraflokkurin stendur til at fáa 410 umboð í Undirhúsið og gerast størsti flokkur á bretska almenna valinum.
Tað vísir ein kanning á valstøðum, sum varð gjørd í samstarvi millum bretsku sjónvarpsstøðirnar Sky News, BBC og ITV.
Konservativi flokkurin verður næststørsti flokkur við 131 sessum í Undirhúsinum, sambært kanningini.
Flokkurin fer sostatt veruliga aftur. Við valið í 2019 fekk hann 365 umboð í Undirhúsið, sum hevur 650 limir.
Konservativi flokkurin hevur sitið í stjórn seinastu 14 árini, men skal eftir valið í dag fyrireika seg til at lata Labour við Keir Starmer á odda lyklarnar til stjórnarskrivstovurnar.
Liberaldemokratarnir, sum er ein sosialliberalur flokkur, verður triðstørstur við 61 sessum, um veljarakanningarnar á valstøðunum verða eftirfarandi.
Sambært kanningini letur valið dyrnar upp fyri einum flokki, sum ikki áður hevur verið umboðaður í Undirhúsinum: Reformflokkinum, sum undir leiðslu av Nigel Farage, sum serliga er kendur fyri at hava staðið á odda fyri Brexit-herferðini .
Reformflokkurin fær 13 umboð í Undirhúsið, meðan skotski tjóðskaparflokkurin SNP fær 10, PC-flokkurin, sum bara stillar upp í Wales, fær 4, og tey grønu fáa 2 umboð sambært kanningini.
##med2##
/ritzau/