Eyðgerð og Jógvan Skýlindal silvurbrúdleyp

Týsdagin 15. juli hava hjúnini Eyðgerð og Jógvan Skýlindal í Havn silvurbrúdleyp.

Eyðgerð er dóttir Almu, f. Berg, ættað úr Klaksvík, og Jens Askildsen úr Havn. Jógvan er sonur Herthu, f. Mikkelsen, av Toftum og Páll Skylindal úr Havn. Eyðgerð er fødd og uppvaksin í Havn. Liðug við skúlan byrjaði hon á Landssjúkrahúsinum, fyrst á uppihaldsdeildini síðan á barnadeildini, har hon í 2000 hevði sín 25 ára starvsdag. Jógvan hevur saman við foreldrum sínum búð í Havn, í Keypmannahavn, á Eiði og í Reykjavík. Hann hevur arbeitt sum bilførari hjá Frants Restorff, koyrt býbuss í Havn og sum bilførari hjá PM heilsølu í Havn. Seinastu árini hevur hann arbeitt nógv við kristiligum arbeiði, sum t.d. á Kristiliga Kringvarpinum, Lindini. Eyðgerð og Jógvan búgva á Norðasta Horni í Havn og eiga sonin Páll. Silvurbrúdleypsdagin eru tey stødd á Tenerifa.