Tað er nú greitt, at Eyðstein Djurhuus heldur fram sum formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelagið hesi bæði næstu árini.
Felagið hevði aðalfund í dag og har varð nevndin vald.
Seks nevndarlimir stóðu fyri vali og teir vóru Eyðstein Djurhuus úr Havn, Dan Ingi Andreasen úr Havn, Leivur Christiansen úr Miðvági, Leif Joensen úr Klaksvík og Annfinn Garðalíð av Skála.
Teir boðaðu allir frá, at teir tóku við afturvali.
Sætti nevndarlimurin, sum stóð fyri vali, var Jóhannes Jacobsen av Viðareiði, men hann er deyður síðani síðsta aðalfund.
Uppskot til nýggjan nevndarlim var Gullak Gullaksen úr Klaksvík og allir hesir seks vórðu sostatt valdir.
Eftir aðalfundin hevði nevndin fund, har hon skipaði seg.
Og úrslitið varð, at Eyðstein Djurhuus í Havn, varð afturvaldur til formann og Regin Nónstein í Hvalba varð afturvaldur til næstformann.
Hinir nevndarlimirnir í Skipara- og Navigatørfelagnum eru: Ellintur Abrahamsen úr Fuglafirði, Jákup Gøthe av Toftum, Ólavur Biskopstø úr Klaksvík og Andrias V. Højgaard úr Hoyvík.
Sostatt eru 11 mans í nevndini, men tað er fyri at tað skal bera til at savna eina viðtøkuføra nevnd, hóast nevndarlimir eru burturstaddir.
Tilsamans eru 1083 limir í Skipara- og navigatørfelagnum, harav 548 limir eru virknir og 535 limir eru hvílandi.
Miðalaldurin er 50 árr og tað er lítil og ongin munur á miðalaldrinum á hvílandi limunum, sum er 52 ár og á teimum virknu limunum, sum er 48 ár.
Av teimum virknu limunun, eru 60% ella 347 limir við fiskiskipum, 79 limir, ella 14% eru í frálandavinnuni, 72 limir, ella 13% eru við farmaskipum, 35 limir, ella 6% sigla við Strandferðsluni, 12 limir, ella 2% eru við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum og 23 limir, ella 4%, eru við ymsum øðrum skipasløgum.