Nú er greitt, at Eyðstein Skipanes komandi ár skal spæla í B68. Higartil hevur miðvallarstríðsmaðurin bara umboðað barndómsfelagið í Runavík, men nú skal hann í reyðu troyggjuna hjá toftamonnum. Tá vit vóru í sambandi við Niclas Davidsen, formann í Tofta Ítróttarfelag, var sáttmáli ikki skrivaður við Eyðstein Skipanes, men avtalan var komin upp á pláss, og B6 formaðurin roknaði við, at sáttmálin fór at verða undirskrivaður í hesi vikuni.
Tað er eingin loyna, at B68 brynjar seg út fyri at vera við í kappingini um heiðursmerkini og rættin at taka lut í altjóða fótbólti. Higartil hava teir skrivað sáttmála við Jan Dam, Súna Fríða Johannesen og Jákup Eli Olsen, sum í ár spældu við HB, og Øssur Hansen og Arnbjørn Danielsen, sum spældu við B36. Tað er eisini avgjørt, at tveir av brasiliumonnunum, Marlon og Marselo, eftir ársskiftið koma aftur til Toftir. Marselo fer at hava konuna við. Tey giftust síðsta leygardag.
Í B68 hava teir skrivað sáttmála við Fróða Benjaminsen, og teir rokna við heilt skjótt at skriva sáttmála við onkrar aðrar av teimum, sum spældu við í ár, t. d. Jan Petersen.
Jóannes Jakobsen verður venjari á Toftum komandi ár. Tá vit spyrja Niclas Davidsen, um teir nú hava fingið allar spælararnar aðra staðni frá, sum teir ætla sær, hevur hann ongar viðmerkingar. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er ikki heilt óhugsandi, at onkur annar spælari, enn teir omanfyri nevndu, fara at flyta úr onkrum føroyskum felagi ella úr útlandinum og til B68.