Her hava tveir mans, ið fer eftir fer hava leverað knallgóð løg í ymsum høpi sligið seg saman seinstu skjótt 20 árini. Úrslitið er fløgan Eyðun & Terji. Eitt mix, ið krevur nøkur umfør í fløguspælaranum, áðrenn tað sigur bingo. Men so er røðin har.
Báðir eru í hopla sum sangskrivarar. Eyðun við síni harmoniskt meira kompleksu løgum enn Terji, men báðir melodiskir kortini. Terji skrivar í roynd og veru kvæðaløg ? sum so vera ílætin popp ella rockklæði, meðan Eyðun skrivar vísuløg dyppaði í harmoisku Beatles grýtuna.
Leita Væl er fyrsta lagið. Eyðun skrivar og McCartney hevur sanniliga ikki livað til fánýtis. Eitt knallgott lag, feitt kór arrangement. Sightseeing ? lag 2 ? er upplagda hit-techno-lagið á fløguni. Samstundis er hetta lagið, tú gerst fyrst troyttur av. Fínt hook, feitt guitarspæl frá úrmælinginum Petur Hans Niclasen, men sum heild er lagið ein meira kalkulerað enn ektað útferð. Størsta upplivingin er at sleppa heim aftur.
Og tað sleppur tú so á restini av fløguni. Her er fólkapoppur, har alskurin hjá Terja fyri skitnum, tungum, rocki stundum fær sítt uppiborna pláss. Eitt nú á sera flott uppbygda lagnum Handan Mjørkan. Anker Eli leverar tekst, dynamiska víddin er øgilig og samstundis náttúrlig. Terji hevur ongantíð verið betri enn Handan Mjørkan.
Nú Er Tú ein Onnur syngur Eyðun. Einfalt. Genialt lag, sjálvt um Eyðun her kroystir eina heldur triviella brúgv inn. Avgjørt hit-lag, kortini. Og her riggar væl við pitchara á røddini, hóast pitcharin verður heldur ríkiliga brúktur á hesi útgávuni. Soleiðis er við øllum nýggjum.
Tónleikurin er sum heild væl spældur. Ongin ivi um, at her liggur hart arbeiðið aftan fyri frá Eyðun og Terja ? og sanniliga eisini frá Kolbein Simonsen, Petur Hans Niclasen, Tróndi B. Hansen og Inga Isaksen og spæla við á fløguni.
Her verður eisini arbeitt dúgliga við soundinum. Eitt nú riggar hetta serstakliga væl á lagnum Maria, sum Eyðun hevur skrivað. Her eydnast at føra lurtaran inn í ein Radiohead heim við atmosferiskum guitarum. Hetta lagið gerst betri og betri fyri hvørja lurting.
Annars hava Eyðun og Terji av eini ella aðrari løgnari orsøk valt at fylla fløguna við kinky discount syntherzisarum, ið sendir tankarnar til týskar pornofilmar. Kanska er tað nýskapandi, men restin av produktiónin er slettis ikki til porno. Hetta kundi verið loftað í ljóðblandinum, men tað er so ikki hent.
Eisini er tað keðiligt, at onki fantilsi er á tekstinum innan í húsanum (okkurt galið við skriftini). Ikki tess minni eru tekstirnir á fløguni eitt serstakliga sterkt aktiv á Eyðun & Terji.
Anker Eli Mortensen og Steintór Rasmussen hava verið á vitjan og skrivað tekstir til átta av teimum tíggju sangunum.
Kompositoriska samstarvið millum Eyðun og Terja hoyrist bert rættiliga aftur í lagnum Ivi. Eitt sera kensluríkt, melankolskt lag, ið eisini veksur við tíðini.
Og soleiðis er við Eyðun & Terji. Hon veksur. Heilt inn í næsta ártúsund. Fyrst og fremst tí sjálv sangskrivingin er so sannførandi. Her er ikki eitt veikt lag ella ein veikur tekstur. Synd at produktión og ljóð ikki altíð røkka heilt upp í somu hædd.