Eyðun Klakstein 40 ár

Mikudagin 28. november hevur ein av starvsfeløgum okkara her í Miðlahúsinum mongu tey seinastu árini rundan føðingardag. Talan er um Eyðun Klakstein, sum er kendur frá Sosialinum, Rás2, Portalinum og eisini sum fótbóltsvenjari og so mangt annað.
Eyðun er klaksvíkingur. Pápin er Steinmund Klakkstein, ættaður úr Vági í Klaksvík, og Jórun fødd Simonsen og ættað úr Fuglafirði. Tey eiga fýra dreingir: Heini, Esmar, Eyðun og Bárður. Teir búgva allir í Klaksvík uttan Bárður, sum búleikast í Esbjerg.
Evnini eru fjølbroytt hjá okkara starsfelaga. Hann er musikalskur, hann hevur gott skil fyri fótbólti, og javnaldrarnir har norðuri minnast aftur á, at tað var tíðliga, at Eyðun fór at fáast við journalistikk.
Síðani hann í 1991 leyk prógv á Klaksvíkar HF skeiði, hevur Eyðun fingist við journalistik og harvið verið partur av fjølmiðlaverðini. Eitt skifti var hann tíðindamaður á Dagblaðnum, og hann royndi seg eisini sum blaðútgevari – hann gav nakrar fáar ferðir út fótbóltsblað sambært Tipsbladet konseptið - áðrenn hann 4. september í 1995 varð settur í starv á Sosialinum, og síðani hevur hann verið partur av hesum arbeiðsplássinum. Eisini árini 1998-2003, tá ið hann var í Aarhus og las á journalistháskúlanum.
Tað er ein fragd at samstarva við Eyðuni. Hann er ógvuliga fjøltáttaður og kennir seg vera á heimavølli, um tað so er blaðið, netið ella rásin, sum hann fæst við. Fyrstu árini hevði hann ábyrgdina av ítróttinum, og síðani hevur hann arbeitt við tíðindum og reportagum. Av og á hevur hann ábyrgdina av blaðnum, og seinnu árini hevur hann serliga havt við vikuskiftisblaðið at gera umframt, at hann hevur sendingar á Rás2 og eitt nú er meistari fyri Leygarkvøld á Hvonn og Leygarkvøld í Klaksvík sendingunum.
Á slíkum arbeiðsplássi er tað týdningarmikið, at tað støðugt verður arbeitt við menning og nýggjum hugskotum. Í hesum er Eyðun millum tey fremstu. Hóast hann er lítiðlátin og ikki ger so nógv um seg, so er hann miðvísur og treiskur, og skoðsmálið, sum starvsfelagarnir geva honum, er, at tað hanga eingir lepar við, tá ið Eyðun hevur ábyrgdina. Hann er hugflogsríkur, væl fyrireikaður og gjøgnumførdur, og á arbeiðsplássi, sum er eyðkent av, at tað nógva snýr seg um her og nú, er tað stórur fyrimunur at hava onkran, sum hugsar og telvar eina viku, ein mánað og longri enn so fram í tíðina.
Á ítróttarliga pallinum hevur tað serliga verið í fótbóltinum, at Eyðun hevur gjørt um seg. Hansara árgangur var góður í KÍ. Teir vunnu nógv, og fleiri teirra komu á besta liðið í níti árunum. Eyðun var álopsspælari, og tað var undirhaldandi at eygleiða hann. Hugflogið var stórt, fatanin av spælinum góð, og tá ið bóltførleikin var fínur og viljin, áræðið og temperamentið ikki at fara skeivur av, so kundi tað ikki annað enn vera undirhaldandi!
Síðani hann gavst at spæla á hægsta stigi, hevur Eyðun útbúgvið seg innan venjarayrkið. Eisini í hesum hevur hann verið íðin, nærlagdur og væl dámdur. At samskifta er eitt av lyklaorðunum millum nýmótans venjarar. Lærdómurin og royndirnar í journalistikkinum eru saman við fótbóltsskilinum og royndunum gott grundarlag í hesum, og tað er einki at liggja omaná, at Eyðun hevur megnað úrslit sum venjari.
Eitt árið varð hann mest sum kroystur til mitt í kappingarárinum at taka ábyrgdina av besta KÍ liðnum á seg. Bjargingarroyndin eydnaðist. Onnur feløg hava dyrgt eftir Klaksteininum, men tað er so eiðasørt, at hann hevur verið til at vika. Hann er klaksvíkingur við stóra K, og higartil er tað ikki komið upp á tal at spæla ella venja aðra staðni enn í heimbygdini.
Hugurin hjá Eyðuni hevur verið at menna ungar spælarar, og tað hevur eydnast væl. Har norðuri siga fótbóltskønir, at tað ikki minst er Eyðuni fyri at takka – og tá gera teir lítið av – at tað nú er ein rúgva av ungum og evnaríkarum KÍ arum, og at tað harvið verður roknað við bjartari framtíð og góðum úrslitum.
Hóast stór orka og nógv tíð verður løgd í Miðlahúsið og fótbóltin og KÍ, so hevur Eyðun eisini yvirskot at vera ein av ábyrgdarmonnunum fyri Summarfestivalinum.
Eyðun er giftur fryntligu Báru Skaale Klakstein, sum eisini er kend úr ítróttarumhvørvinum í Klaksvík. Tey eiga tvey børn – Heðin og Eyðvør – sum hava arvað ítróttargávurnar hjá foreldrunum.
Føðingardagurin verður hildin í morgin, leygardagin 24. november, tá ið Eyðun hevur opið hús í Spaniastovu frá klokkan 12 til 15.
Hjartaliga til lukku á 40 ára føðingardegnum okkara góði starvsfelagi.
-------
SOSIALURIN