Eyðun Nolsøe er ein royndur og kendur tónleikari í føroyskum popptónleiki. Hann hevur øll árini síðani 1983 spælt við bólkinum Frændur, sum hesa tíðina síðani má vera størsta føroyska navnið í tí heimliga tónleikaheiminum. Eyðun Nolsøe hevur eisini roynt seg sum solistur og í samstarvi við onnur ? millum annað í fleiri ár saman við Terja Rasmussen.
Eyðun syngur, spælir gittar og skrivar sangirnar til Prix-framførsluna hesaferð. Afturat sær hevur ein tónleikararnar, sum vanliga manna bólkin Showmenn. Hetta eru royndir tónleikarar, sum eru væl og virðiliga samanspældir eftir ein hóp av framførslum síðstu árini.
Eyðun Nolsøe spælir popptónleik við føroyskum tekstum.