Bjarki Danielsen verður 23. maður á vøllinum undir Mýruhjalla í kvøld, har fyrsta bríkslið verður klokkan 18.00.
Skála venjarin Eyðun Klakstein hevur gjørt av, at teir somu ellivu skulu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli, sum leygarkvøldið vóru við til at vinna ruddiligan sigur á sama vølli ímóti Suðringum.
Ólavur Mikkelsen, sum annars hevur verið fastur maður, var leikbannaður leygarkvøldið. Nú er hann tøkur aftur, men venjarin hevur gjørt av, at Jannik M. Olsen, sum loysti av leygarkvøldið, skal fáa møguleikan aftur í kvøld.
Miðverjin Ahmed Mujdragic er tøkur aftur, eftir at hann hevur sitið skaddur uttanfyri. Hann er á beinkinum, meðan Bárður Danielsen aftur í kvøld er undir liðini á Jákupi Jakobsen í miðverjuni.
Eisini HB liðið minnir nógv um tað, sum sunnudagin vann 1-0 á Eiði. Einasta broytingin er, at framrættaði Adrian Justinussen í kvøld er millum teir fyrstu ellivu. Hann var á beinkinum frá dystarbyrjan sunnudagin. Adrian avloysir John Frederiksen, sum í kvøld er á beinkinum.