Eyðun á útgávuferð

Nú verður tónleikurin av ársins fløgu 2017 at hoyra á pallum kring landið.

Í fjør gav veteranurin úr Frændum, Eyðun Nolsøe,út fløguna Dagur lagst at Degi. Hetta er hansara 3. fløga undir egnum nanvni.

 

 

Fløgan varð vald ársins fløga í Kvørnini og varð tilnevnd til FMA. Framleiðarin á fløguni, Hans Poulsen, vann prísin sum ársins framleiðari. Eisini var sangurin Tað er løtan tilnevnd, eins og Eyðun var tilnevndur ársins sangari.

 

 

Nú fer Eyðun við bólki á ferð kring landið at hava útgávukonsertir.

 

 

Konsertrøðin sær soleiðis út:

 

 

Spaniastova 16. mars, Maggies 17. mars, SALT 18.mars, Norðurlandahúsið 24, mars og Mentanarhúsið í Fuglafirði 31. mars.