Eyð er nýggjur kommunulækni

Hon kemur at arbeiða í viðtaluhølunum, har Kári Rasmussen hevur arbeitt í mong ár.

 

Skálafjarðar læknadømi fær nú ein nýggjan kommunulækna, sum kemur at arbeiða í Runavík.

 

Heilsutrygd hevur sett Eyð Tausen Magnussen í starv sum kommunulækna í læknadøminum.

 

Hon kemur at arbeiða í viðtaluhøli 1, har Kári Rasmussen hevur arbeitt í mong ár, og Eyð Tausen Magnussen tekur við starvinum í Skálafjarðar læknadømi hin 1. apríl. 

 

Eyð Tausen Magnussen nam sær embætisprógv innan læknafrøði í januar 2012 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini hin 1. november 2021.

 

Nýggi læknin í Skálafjarðar læknadømi hevur eitt skifti arbeitt í Lækahúsinum í Hoyvík.

 

##med2##