Eydnan ikki í parti við VB

Fótbóltur: VB megnaði heldur ikki at vinna á B71, hóast teir høvdu nógvar kjansir og enn eina ferð brendu eitt brotsspark

Tað leikaði ofta hart á framman fyri málinum hjá B71, men tað eydnaðist ikki VB at vinna á sandoyingum, og tískil eru teir framvegis bert eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.

Teir í B71 vóru sera glaðir fyri javnleikin, sum lyfti teir upp á sjey stig. Og tað høvdu teir eisini alla orsøk til.

Uppflytararnir vóru illa mannaðir. Málmaðurin Waldemar Nowicki var ikki við, og í hansara stað stóð Allin Simonsen í málinum. Hann er vanliga útispælari, men er kortini ikki heilt ókendur við uppgávuna sum málverji, m.a. frá yngru deildunum.

Og hann røkti uppgávuna til reint ug. VB hevði eina rúgvu av kjansum, men antin bjargaði málmaðurin ? millum annað tók hann eitt framúrskarandi langskot frá Tórði Holm, sum øll sóu í málinum ? ella bjargaði træverkið ella viðspælarar á strikuni fyri hann. Bert eina ferð eydnaðist tað vágbingum at fáa bóltin framvið honum, men tað málið kundi hann einki gera við, tí hann bleiv seldur av sínum egnu.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki. Eli Hentze hevði góðan møguleika at leggja B71 á odda, men Bjarni Johansen bjargaði væl. Annars var tað VB, sum hevði yvirvág, men illa gekst.

Seinni hálvleikur var bert tríggjar minuttir gamal, tá B71 tók leiðsluna. Bólturin bleiv stungin fram í høgru síðu til rumenska miðvallaran Iulian Florescu, og úr eitt sindur spískum vinkli fekk hann sent bóltin framvið Bjarna á stongina og í netið.

Stór frøi á sandoyingum, sum høvdu verið glaðir fyri javnleik, tá dysturin byrjaði, men sum nú vóru frammanfyri.

Ikki so langt aftan á hetta fekk VB gyltan møguleika at javna, tá teir fingu brotsspark. Men vágbingar hava ikki verið serliga effektivir úr 11 metrum hetta kappingarárið (teir hava skotið seks brotsspørk í ár, og fimm av teimum eru misnýtt!). Hesa ferð varð John Eystberg settur at skjóta, men bólturin fór við síðuna av.

Men nakað miðskeiðis í hálvleikinum eydnaðist tað loksins. Og tað málið var ein rein gáva frá B71 málskjúttanum Iulian Florescu. Hann skuldi spæla aftur til Páll á Reynatúgvu, men sendingin var so óneyv, at venjarin hjá VB, Krzysztof Popczynski, slapp at renna einsamallur móti málinum og skora til 1-1.

Óheppið hjá rumenanum, sum eitt korter áðrenn hevði skorað til 1-0.

Sum dysturin leið, trýsti VB B71 í botn, men teir funnu ikki vegin til málið, hóast tað var nær við fleiri ferðir. Millum annað hevði John Eystberg, sum hesa ferð var defensivur á miðjuni, meðan Tórður Holm og Milan Culjic (var millum teir bestu hjá vágbingum) vóru longri frammi, eitt dundurskot, sum rakti tvørstongina, men nærri kom VB ikki sigursmálinum, sum hevði lyft teir upp um B71 á stigatalvuni.

Allin Simonsen var sum vera man dagsins maður í Vági, men eisini Bjørn Thorsteinsson, sum dekkaði Popczynski, spældi ein branddyst.

Lagið er ringt í Vági, tí tað hevur snøgt sagt gingið av skriðuni. Og tað illa gongst, er skjótt, at marginalarnir ikki eru í tínum parti, og so er skjótt at missa mótið.

Ein dystur er eftir áðrenn summarsteðgin. Tá skal VB til Sumbiar, og har kann alt henda.

B71 fær vitjan av HB, og hóast tað á pappírinum sær út til at gerast ein rímiliga løtt uppgáva hjá føroyameistarunum, skulu teir heldur ikki kenna seg tryggar. Spyr bara VB!



VB-B71 1-1 (0-0)

0-1: Iulian Florescu 48

1-1: Krzysztof Popczynski 64


VB: Bjarni Johansen ? Marner Richardt, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, John Eystberg, Milan Culjic, Petur Óli Samuelsen ? Krzysztof Popczynski, Jón Pauli Olsen.

B71: Allin Simonsen ? Bjørn Thorsteinsson, Páll á Reynatúgvu, Bergleif Sólsker ? Ivan Hristov, Petur Ritter, Iulian Florescu, Kári Nielsen, Antines Magnussen ? Eli Hentze, Kári Sørensen