Eyðun Klakstein, fyribils landsliðsvenjari, hevði ikki væntað at royna leiklutin høvðusnavnið á tíðindafundinum hjá Fótbóltssambandinum. Hann hevur í nógvar mátar verið Jens Marni Hansen til Bon Jovi, tá hann hevur úttikið U21-landsliðið, men í dag var leikluturin sum høvðusnavnið. Eins og Bon Jovi var í Parkini á sinni, tá Jens Marni Hansen hitaði upp.
- Eg havi staðið her nakrar ferðir staðið her og úttikið U21-landsliðið. Eg hevði ikki væntað, at eg skuldi standa her og úttaka manslandsliðið. Tá nú umstøðurnar blivu sum tær blivu, so eri eg fegin um, at vit fingu álitið at standa her. Vit hava tikið móti uppgávuni við bjartskygni, segði Eyðun Klakstein.
Hann skal saman við Atla Gregersen standa á odda fyri Nations League útidystunum móti Armenia og Norðurmakedónia, sum verða 14. og 17. novembur. Málið er fáa nøkur stig, tí plássið í deild C skal bjargast.
- Eftir fýra dystir í bólkinum, so liggja vit aftast í bólkinum og hava tveir teir truplastu dystirnar eftir at spæla. Tá tað er sagt, so hava vit gott mót upp á dystirnar. Málið er at yvirliva í deild C. Skulu vit tað, so er neyðugt at fáa stig í teimum báðum dystunum, segði Eyðun Klakstein.
Trúgv upp á egna mátt og megi
Síðani kom Eyðun Klakstein við einum greiðum boðskapi, um at trúgva upp á egna mátt og megi.
- Onkuntíð verður sagt um okkum føroyingar, at vit skulu verða realistisk um okkara stødd og okkara møguleikar. Vit eru so fá og smá og hava so nógvar avmarkingar. Men um vit sjálvi hugsaðu soleiðis, so høvdu vit ikki eitt av heimsins bestu samfeløgum her úti í norðuratlantshavinum.
- So høvdu vit ikki málið, mentaninia og landið. So avrikaðu vit heldur á tí stigi, sum vit gera í mentan, list, tónleiki, vinnulívi og í ítrótti. Vóru vit, sum vit áttu at verið, so tóku vit ikki dystin upp við heimselituna í ítrótti, men tað gera vit. Vit bakka ikki fyri stóru avbjóðingini ella mótgonguni.
- Vit kunnu so nógv meira enn onnur, og kanska meira enn vit halda. Tí skulu vit í fótbólti seta okkum stór og ambitiøs mál, sum vit hava gjørt fyrr. Vit vita eisini, at tað miseydnast. Tað kann ganga okkum ímóti, men vit mugu hava ein grundleggjandi trúgv upp á at tað kann ber til – eisini tað sum ikki skuldi borið til.
Vit hesum orðunum var farið víðari til sjálva landsliðsúttøkuna. Hóast størsti spenningur var um hvør var við, so er boðskapurin ikki til at taka feil av. Eyðun Klakstein og nýggja venjaratoymið vil hava spælararnar at trúgva upp á tað, sum kanska ikki burdi borið til.
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (DK)
Verjan:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Jann J. Benjaminsen, B36
Ási Dam, HB
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Noah Hans Mneney, HB
Hanus Sørensen (Uttan felag)
Hallur Hansson, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Norra)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Poul Kallsberg, Víkingur
Álopið:
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF (Norra)
Páll A. Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
##ms##