Portal.fo kunngjørdi í gjár eina veljarakanning um býráðsvalið í Havn.
Sambært kanningini verður Javnaðarflokkurin stóri taparin og missir tríggjar sessir í býráðnum.
Men tað er ikki Tjóðveldi, sum vinnur á valinum. Tí Tjóðveldi stendur at kalla í stað. Nýggi Kommunulistin, har fýra býráðslimir stilla upp, sum eru rýmdir úr Javnaðarflokkinum, tí tey ikki vildu stilla upp saman við Heðini Mortensen, fær tveir sessir. Og nýggi Borgaralistin fær ein sess.
Kanningin gevur bæði Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum lítla framgongd og tveir býráðsessir í part. Hjá Fólkaflokkinum er tað sama støða sum seinast, men Sambandsflokkurin hevur staðið í stað við einum býráðslimi seinastu fýra valskeiðini.
Framsókn stendur til at missa sín sess, og Miðflokkurin fær einki umboð valt sambært kanningini.
Úrslitið av kanningini var hetta:
Fólkaflokkurin |
14,7 |
2 (2) býráðslimir |
Sambandsflokkurin |
14,5 |
2 (1) býráðslimir |
Javnaðarflokkurin |
20,2 |
3 (6) býráðslimir |
Tjóðveldi |
21,8 |
3 (3) býráðslimir |
Framsókn |
6,1 |
0 (1) býráðslim |
Kommunulistin |
13,6 |
2 (0) býráðslimir |
Borgaralistin |
6,6 |
1 (0) býráðslim |
Miðflokkurin |
2,7 |
0 (0) býráðslim |
Kanningin hjá spyr.fo spyr eisini um persónar, hvør verður valdur í hvørjum flokki. Men tey tølini eru so smá, at tey mugu takast við størsta fyrivarni. Tað eru bara 357 sum hava svarað hvønn flokk tey velja, og tá tú so býtir tølini út á persónar í flokkunum, so verður óvssan stór. Men toppskorarar hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokki eru sambært kanningini Elsa Berg og Heðin Mortensen við ávikavist 29 og 21 atkøvðum í kanningini.
Og tað kann hugsast, at tað júst fer at standa ímillum teir báðar størstu flokkarnar at fáa borgarstjóran. Tað kann tó henda, at onkur úr einum minni flokki verður »keyptur« og fær borgarstjórasessin. Tað hendi til dømis í 2016, tá Annika Olsen úr Fólkaflokkinum fekk borgarstjórasessin frá Tjóðveldi, sum var tann størri flokkurin.
Taka vit Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, so er ein meiriluti við 7 býráðslimum. Tað er sitandi samgonga við Fólkaflokkinum afturat. Tað er ein møguleiki. Nátúrliga hevði Javnaðarflokkurin havt borgarstjóran, Heðin Mortensen, men tað kundi eins væl verið okkurt annað umboð á Javnaðarlistanum.
Taka vit møguleikan við Tjóðveldinum, so er spurningurin, hvussu góð kemiin er millum Kommunulistan og Tjóðveldi, tí tey fýra fyrrverandi javnaðarfólkini á listanum hava framt tann politikk, sum Tjóðveldi er ímóti. Protestlisin Borgaralistin hevði helst væl kunna samstarvað við Tjóðveldi. Men um Kommunulistin ikki er við, so mugu bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin uppí fyri at fáa meiriluta.
Ein triði møguleikin er Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Kommunulistin og so ein afturat. Tað kann neyvan vera Borgaralistin.
Ein fjórði møguleiki er, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kasta saman. Teir hava áður samstarvað væl. Men so skal ein flokkur afturat.
Eingin ivi er um, at stríðið fer at standa um borgarstjóran. Um býráðssamansetingin verður hetta klútateppið, sum kanningin hjá spyr.fo vísir, so eru so nógvir møguleikar, at tað verður ein drúgv nátt, tá valið er uppgjørt um midnáttarleitið 12. november.
Men hinvegin, um ein ella tveir sessir flyta seg øðrvísi, so kann alt broytast.
Eitt er vist, at stórur spenningur verður um valið í høvuðsstaðnum, har vit fyri fyrstu ferð í 30 ár – helst – fáa fólk vald í býráðið uttan fyri politisku flokkarnar.
Her er úrslitið frá seinasta býráðsvalið í Tórshavnar kommunu:
##med2##
##med3##