Eyðvør Klakstein skrivaði í farnu viku undir ein sáttmála við CD Mariño, ið spælir í næstbestu sponsku deildini, og sunnudagin spældi hon sín fyrsta dyst fyri felagið.
CD Mariño spældi á heimavølli móti Capiscol, ið júst eru fluttir upp í deildina. Tað gekk tó ikki heilt eftir vild hjá Eyðvør og liðfeløgunum, tí hóast Capiscol einans vóru tíggju kvinnur á vøllinum ein part av dystinum, so vunnu tær dystin 1-0.
Eyðvør Klakstein byrjaði dystin á miðvøllinum og spældi 80 minuttir. Hon hevur einans vant eina ferð saman við liðfeløgunum enn.
- Tað gekk eitt sindur skjótari fyri seg, enn tað ger í føroysku kappingini, so tað skal Eyðvør venja seg við. Sólin skein, og tað var heitt, so hon var troytt, tá ið hon var skift út, sigur Eyðun Klakstein, sum er pápi Eyðvør, við Sosialin.
- Eg kenni meg væl móttikna av liðfeløgunum og í felagnum. Vit venja fýra ferðir um vikuna, og so skal eg eisini ganga í málskúla, so eg gleði meg ógvuliga nógv, sigur Eyðvør Klakstein við Sosialin.
Sáttmálin við spanska felagið er galdandi fram til jóla.