Eyka býráðsfundur var á Tvøroyri í kvøld

Á skránni var kunngerð um broyting av byggisamtykti - viðkan av havnarlagnum - februar 2023 og Varðin Pelagic - umsókn um byggiloyvið til Protein & Lýsiverksmiðju

Á Tvøroyri eru fólk ikki á einum máli um, hvørt tað er rætt at loyva útbyggingum á havnarlagnum í samband við útbygging av virkinum hjá Varðanum Pelagic. Og fólkini, ið hava mótmælt, og hava áhugabólkin Livilig Kor á Tvøroyri, høvdu eisini sent umboð á býráðsfundin, og tey høvdu eisini handað býráðslimum mótmæli, ið heitti á býraðið um ikki at taka støðu í málinum, innan áhugabólkurin er hoyrdur.

 

Men í Býráðnum tóktist ikki at vera fleiri meiningar í hesum málinum.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, setti fundin og fegnaðist um, at staðfest er, at alt er farið fram “eftir bókini”, og at landsstýriskvinnan, ið varðar av málinum hevur staðfest, at so er. Hann helt umsitingina í Tvøroyrar kommunu eiga rós fyri hetta, men hevði hinvegin hug at hava at landsstýriskvinnuni fyri at hava givið til kennar egna meining í málinum. Hann vildi vita, hvat býráðslimir hildu um hetta. Tað vóru tó ikki stórvegis viðmerkingar, ið býráðslimir høvdu til hetta, men onkur teirra fegnaðist heldur um, at staðfest er, at rætt er farið fram í málinum.

 

Fyrsta á skránni var ikki, sum mong kanska høvdu fatan av, eitt ja ella nei til útbygging, men heldur var talan um at fáa øll viðurskifti í lagi og at fáa lýst kunngerð hesum viðvíkjandi, og hesum tók eitt samt býráð undir við.

 

Seinna málið var heldur ikki eitt ja ella nei til byggiloyvi, men heldur ein viðgerð av, um loyvast skal, at grót úr Hvalbiar tunlinum, sum Tvøroyrar kommuna eigur, verður flutt á havnarlagið, har ætlanir eru um at fylla út. Varðin skal gjalda fyri grótið og fyri at fáa tað flutt.

 

Eftir umrøðu samtykti eitt samt býráð, at hetta verður gjørt, og at málið annars gongur sína gongd, og at fylt verður ikki upp á økinum, fyrr enn øll viðurskifti hesum viðvíkjandi er lýst og í lagi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##