Eyka føðingardagur hjá Lennon

Útselt er til føðingardagskonsertina til heiðurs fyri John Lennon leygarkvøldið, og tí verður eykakonsert fríggjakvøldið. Leygarkvøldið verður 70 ára føðingardagurin hjá John Lennon hildin í Spaniastovu í Klaksvík.

 

Útselt er til tiltakið, og tí hava fyrireikararnir gjørt av, at eykakonsert verður hildin.

 

Eykakonsertin verður fríggjakvøldið kl. 21.00.

 

Til tiltakið fer tónleikabólkur at spæla sangir hjá John Lennon, og Bergur Rasmussen fer at greiða frá lívinum hjá tónleikaranum úr Liverpool.