Eykaaðalfundur um Krígssavnið

23. juli var fundur á Vága kunningarstovu, har nevnd varð sett, at skipa fyri at krígssavn verður sett á stovn

KRÍGSSAVN

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

1. september verður eykaaðalfundur, har reglugerð fyri felagið verður løgd fram og vónandi samtykt. ?

Felagið Krígssavnið hevur sum endamál at savna og skráseta lutir, myndir, skrivligt og munnligt tilfar um hersetingina í Føroyum undir 2. veraldarbardaga. ?

Ætlanin er at fáa til vega hús at hýsa framsýning um krígsárini í Føroyum. ?Sjálvt um húsið, ið ætlað er at brúka, liggur í Vágum, er ætlanin at savnið skal fevna um allar Føroyar, so øll eru vælkomin at koma á eykaaðalfund og at melda seg sum lim í felagnum. ?

Á fundinum fer formaðurin at greiða frá, hvat arbeitt hevur verið við higartil, og hvørjar ætlanir eru við nýggja krígssavninum. ?

Haraftrat verður forvitnisligur lutur at síggja á fundinum, nevnliga lutir av flogfarinum, ið rendi á Sneis á Viðoynni. Greitt verður frá hesum tilburði á fundinum. ?

Høvi verður sjálvsagt hjá fundarluttakarum og geva sína meining til kennar um, hvat ið tey kundu hugsa sær, at savnið skuldi fevnt um, og hvat endamál savnið skal hava.

Eykaaðalfundurin verður klokkan 20 í hølunum hjá Vága kunningarstovu í Miðvági tann 1. september.