Nógv mál eru á skránni á eykabýráðsfundinum í Havn í kvøld. Eitt teirra er áttanda kommunulæknastarvið í Suðurstreymoyar læknadømi. Søkt hevur verið eftir kommunulækna til áttanda kommunulæknastarvið, umsóknarfreistin var úti 30. apríl og fýra umsóknir komu inn. Landslæknin hevur gjørt ummæli viðvíkjandi fakligu kvalifikasjónunum hjá umsøkjarunum. Almanna- og heilsumálastýrið biður nú býráðið gera eina innstilling um, hvør av umsøkjarunum býráðið ynskir verða settur í starv.
Setanin av trivnaðarstjóranum til umsitingina hjá Tórshavnar býráð er eisini á skránni á býráðsfundinum. Freistin at søkja starvið er úti og 16 umsóknir eru komnar inn. Bygnaðarnevndin og býráðsskrivarin koma við tilmælum til fíggjarnevndina og býráðsfundin.
Tvey mál um liðuggerð av vegi skulu avgreiðast í kvøld, ávikavist vegagerðina við Grønlandsvegin og Essalág. Umsitingin hevur kannað, hvat eftir er at gera. Biðið verður um ávikavist 300.000 krónur og 100.000 krónur at gera arbeiðið liðugt. Tekniska nevnd heitir á fíggjarnevndina um at fáa neyðuga peningin til vega fyri at fara undir arbeiðið.
Eldrasambýlið oman Hoydalar, ið varð tikið í nýtslu fyri stuttum, kann byggjast út við, at tvey kømur verða gjørd á loftinum. Tey skulu brúkast til umlætting, og til tað mugu 100.000 krónur útvegast umframt mvg og peningur til innbúgv. Sosiala nevnd heitir á fíggjarnevndina um at játta peningin.
Av øðrum málum á skránni fyri eykabýráðsfundin í kvøld eru støðutakan til innkomnu tilboðini uppá breiðkanina av Eystara mola, umvæling av svimjihøllini á Argjum, keyp av innbúgvi og læknútgerð til nýggju læknamiðstøðina í Gundadali, og onnur.