Eykajáttan til pensónistar

Uppskot um at hækka viðbót pensjónistanna til sjón- og útvarpsgjal var til fyrstu viðgerðar hósdagin

Eitt av teimum fýra málunum, ið vóru til fyrstu viðgerðar á tingfundinum hósdagin, var eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at hækka pensjónsviðbótina fyri sjón- og útvarpsgjald. Talan er um eitt eykajáttanaruppskot.

Sambandsflokkurin heldur, at tá bæði útvarpsgjald og sjónvarpsgjald eru hækkað, eigur viðbótin, ávísir pensjónistar fáa fyri hesi gjøld, eisini at verða hækkað.

Flokkurin vísir í viðmerkingunum til uppskotið á, at talið av pensjónistum, sum í dag fáa slíka viðbót, er 3.829. Tilsamans eru sjón- og útvarpsgjøldini hækkað 231,27 krónur. Tískil mælir Sambandsflokkurin at hækka kotoina til hesa viðbót við 886.000 krónum.

Útvarpsgjaldið fyri 1999 var 1.384,38 krónur við, meðan sjónvarpsgjaldið fyri 1999 var 1.384,35 krónur . Fyri 2000 eru bæði

útvarps- og sjónvarpsgjøldini sett at vera 1.500 krónur. Útvarpsgjaldið hækkar við 115,62 krónum, meðan sjónvarpsgjaldið hækkar við111,65 krónum.

Uppskot Sambandsfloksins varð á tingfundinum hósdagin beint í fíggjarnevndina.