Skipað verður fyri eyka konsert fyri Eivør, í Reinsarínum, tann 6. mars kl. 20, tí fyrra konsertin er útseld.
Eivør Pálsdóttir hevur verið ófatiliga virkin seinastu árini við fløgum saman við Danmarks Radios Big Band og eina í bólkinm Ginman/Eivør, umframt tvær soloútgávur, alt innan fyri tað seinasta hálva annað árið. Fyri einum góðum mánaði, síðan fyltu hon og Danmarks Radios Norðurlandahúsið, Hørpu og koncertsalin hjá DR. Men nú kemur hon til Føroyar aftur sum solistur, aftur í Reinsaríið, ið hon hevur fylt fleiri ferðir áður.
Fyrsta konsertin varð útseld eftir stutta tíð, og nú er eykakonsert á skránni.
Umframt at hava útgivið tvinnu fløgurnar “Bridges” og “Slør” í fjør, hevur hon eisini gjørt tónleik til bretsku víkingasjónvarpsrøðina “The Last Kingdom”.