Eykalandsstýrismenn

Sum oftast er tað ein avbjóðing at fara í nýtt starv og krevur starvið eykanógv av viðkomandi ta fyrstu tíðina, tí eingin er føddur við starvsroyndum ella útbúgving. Útbúgvingar eru ikki at forsmáa, tær eru góðar at hava við sær í pjøkanum, men kunnu als ikki samanberast við starvsroyndir. Útbúgvingar eru amboð og á einum lærustovni verður tann lesandi lærdur at brúka hetta amboð, tí er tað ikki mest umráðandi hvat lisið verður, - so leingi lært verður.
Við jøvnum millumbilum hava fjølmiðlarnar róð upp undir, at landsstýrismannaskipanin møguliga ikki er hin besta. Tað, at ein og hvør, uttan stórvegis útbúgving ella royndir kann koma at sita í sessinum sum landsstýrismaður.
Hesum sjónarmiði fari eg ikki at taka undir við ella seta meg ímóti, heldur fari eg at lýsa ein annan møguleika, ið hevði kunna gjørt tað nemmari hjá einum nýggjum og eldhugaðum landsstýrismanni at tikið við tá tann royndi dugnaligi landsstýrismaðurin leggur árarnar inn, ella verður noyddur frá.
Skipanin í dag
Ímynda tær ein fótbóltsdyst og málmaðurin hja tí eina liðnum fær ein skaða av einum ov harðligum mótstøðumanni. Málmaðurin verður borin út og nú skal maður í mans stað, men her er eingin maður á beinkinum, ið kann koma inn fyri tann skadda málmannin. Meðan dysturin so leikar á, skal liðformaðurin nú út at finna hin best hóskandi mannin!
Hetta er verandi skipan tá landsstýrismenn fara frá, eingin eykamaður er klárur at fara inn á leikvøllin í somu stund ein landsstýrismaður fer av vøllinum.
Sambært § 33 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, situr hvør landsstýrismaður fyri málsøki sínum hvør sær. Hetta merkir at hvør landsstýrismaður hevur evstu ábyrgd av sínum málsøki.
Summi hava havt hug at funnist at tí nøring, ið er farin fram av landsstýrismonnum tað síðstu tíðina. Hildið hevur verið at tað eru ov nógvir landsstýrismenn. Hvussu hesum viðvíkir er ikki gott at siga, men eitt er vist, og tað er at málsøkini hvør einstakur landsstýrismaður skal umsita í dag, eru sera umfatandi, bæði viðvíkjandi tænastum, uppgávum og starvsfólkum, somuleiðis sum skyldurnar hjá landsstýrismonnum einans standa við og veksa.
Tað átti, at verið øllum eyðsæð, at ein og hvør nýggjur landsstýrismaður fær eina strævna byrjan, tí nógv verður kravt av honum; og tað er uttan mun til hansara bakgrund, utbúgving og royndir.
The King is dead, long live the King!
Til tess at tryggja at ein landsstýrismaður altíð er tøkur, tá annar fer frá, kundi ein skipan lík tí, ið verður nýtt í Bretlandi verið tikin í nýtslu í Føroyum, við junior ministers, ella eyka landsstýrismonnum.
Ein slík skipan inniber, at tá landsstýrismenn verða útnevndir, verður ein eyka landsstýrismaður valdur fyri hvønn landsstýrismann. Hesin landsstýrismaðurin skuldi ikki havt ábyrgd av málsøkinum, somuleiðis sum hann heldur ikki hevði havt nakrar heimildir at taka avgerðir, tað skuldi sambært Stýriskipanarlógini framvegis verið uppgávan hjá landsstýrismanninum.
Starvið sum eykamaður kundi verið hálvtíðarstav ella minni og eykamaðurin kundi varðveitt sítt høvuðsstarv. Eykamaðurin hevði verið tætt knýttur at arbeiðinum hjá landsstýrismanninum og hevði kunna arbeitt sum politiskur ráðgevi hjá landsstýrismanninum. Hann hevði kunnu fyrireika landsstýrismannin, havt samband við tað politiska baklandi samstundis sum hann hevði sett seg inn í arbeiðið hjá verandi landsstýrismanni.
Tá dagurin so handan sýnini framrennur, at landsstýrismaðurin leggur frá sær, tekur eykamaðurin yvir og verður settur sum landsstýrismaður í somu stund sum hin leggur frá sær.
Skipanin hevði fyrireika tann nýggja landsstýrismannin og veitt honum royndir og vitan, áðrenn hann bleiv settur sum landsstýrismaður.
Hetta hevði merkt at tað hevði borið til at tryggja, at tann nýggi landsstýrismaðurin fekk møguleika at seta seg inn í arbeiðsgongdina og viðurskiftini á hvørjum einstøkum málsøki sær. Tann nýggji landsstýrismaðurin hevði kent sína umsiting frá fyrsta degi hann tók við starvinum sum landsstýrismaður og hevði havt innlit í arbeiðslagi.
Hvat krevst
Áðrenn ein slík skipan kann verða tikin í nýtslu krevst eitt sindur av fyrireiking, men ikki ovurhondsstór fyrireiking. Tað er sjálvandi ikki neyðugt at broyta Stýriskipan Føroya, tí talan er ikki um ein nýggjan landsstýrismann, einans ein eykamann uttan tær heimildir og rættindir ein landsstýrismaður hevur.
Neyðugt er ikki at seta niður nevnd at gera tilmælir, nokk hevði verið við at sett nakað av arbeiðsmegi til síðis, ið kundi evna eitt lógaruppskot, ið staðfesti slíka skipan og nærri reglur viðvíkjandi skipanini.
Ein vansi við hesi skipan er sjálvandi, at hon viðførir eykaútreiðslur fyri landskassan, og hvør ynskir at tilluta landinum eykaútreiðslur? Tó trúgvi eg, at hesar meirútreiðslur høvdu skjótt verið spardar inn aftur í minni umsiting, tí við hesi skipan høvdu vit fingið ein landsstýrismann, ið var hollur í royndum innan egi málsøki.
Skipanin hevði eyðvitað ikki givið anstøðuni royndir í landsstýrinum, men eftir at skipanin hevði virka í nøkur ár og við tí útskiftan av samgongu og andstøðu, ið vanliga hevur verið, so hevði andstøðan á sama hátt sum samgongan fingið ágóðan av hesi skipan.
Valið er?
Alternativið er, at verandi skipan heldur áfram og vit framhaldandi skulu vænta okkum toyggji frá fjølmiðlunum hvørja ferð ein nýggjur landsstýrismaður tekur við, ein førleika skipan kundi verið innførd, ella omanfyrinevnda skipan við eykamonnum.
Sjálvur haldi eg ikki, at omanfyrinevnda skipan, við eykamonnum er so heilt forkastilig.
Hetta uppskot leggur upp til, at komandi landsstýrismenn fáa eina útbúgving frá verandi landsstýrismonnum. Úrslit, - tann komandi landsstýrismaðurin kann taka við sama dag sum tann fráfarandi fer frá, tann komandi landsstýrismaðurin hevur holla vitan um málsøkið, hann skal hava ábyrgdina av og tað verður nemmari hjá tí komandi landsstýrismanninum at byrja sítt samstarv við sína umsiting.
Samanumtikið, ein nýggj skipan, ið tryggjar at vit fáa landsstýrismenn við týðandi og viðkomandi starvsroyndum.