Eykaliðið hjá Liverpool vann á Everton

FA Cup: Bill Shankly, sáli fekk rætt í sínum orðum í dag. Eykaliðið hjá Liverpool er betri enn Everton

Um vikuskiftið er 3. umfar í søguligu ensku steypakappingini, FA Cup. Tað er her at stóru feløgini í Premier League kom við í kappingina. Í dag vann millum annað eykaliðið hjá Liverpool á Everton.

Liverpool vann 1-0 við máli, sum 18 ára gamli lokali Curtis Jones skoraði. Hann var ein av fleiri ungum og óroyndum spælarum, sum Liverpool sendi á vøllin í dag. Jurgen Klopp, venjari, vildi spara stóru stjørnurnar, tí Liverpool hevur spælt so nógvar dystir í ár.

Tað skuldi tó vísa seg at verða ein góð avgerð, tí Liverpool var omaná í seinna hálvleiki. Tað var tó ikki at eykamálverjin, Adrian, í fleiri førum hevði bjargað góðum royndum frá einum sterkum Everton-liðið, ið ikki spardi spælarar. Tó var sigurin ikki uttan kostna, tí James Milner mátti av vøllinum í fyrra hálvleiki. Hann er varaliðskipari og ein týðandi spælari á miðvøllinum, har Liverpool hevur fleiri skaddar spælarar.

##med2## 

Bill Shankley, sáli, sum var venjari hjá Liverpool frá 1959 til 1974, er tiltikin fyri at siga, at tað eru tvey góð lið í Liverpool. Liverpool og eykaliðið hjá Liverpool. Hetta er eitt prik til Everton, sum eisini er úr býnum á Merseyside. Í dag fekk hann rætt í sínum orðum.

Av øðrum feløgum í Premier League eru Manchester City, Chelsea, Norwich, Southampton, Bournemouth og Leicester City víðari, meðan feløgum sum Manchester United, Wolverhampton, Newcastle og Tottenham skulu í umdystir. Í morgin spæla Arsenal og Leeds.