Í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum eru tveir dystir blivnir spældir í dag. Eini av hesum dystum var dysturin í bólki 1, har Kyndil tók ímóti H71 II, sum er eykaliðið hjá H71, ið spælir í 1. deild.
Kyndil hevur ikki tapt sínar seinastu fimm dystir í landskappingini, og tí burdi hesin dystur á pappírinum verið ein avgreiðsluspurningur. Men H71 hevur ein sera breiðan hóp og gott fólkagrundarlag í felagnum, sum ger, at nógvir fínir hondbóltsleikarar spæla á næstbesta liðnum.
Í fyrra hálvleiki var sera lítil munur á liðunum. Hálvleiksstøðan var 14-13 til Kyndil, sum var á heimavølli. Í seinna hálvleiki vóru tað eykamenninir úr Hoyvík, sum løgdu bragdligari fyri, og eitt skifti var H71 á odda bæði 17-15 og 18-17. Hetta gjørdi sítt til, at Kyndil valdi at mansverja garvaða Halgir Dahl Olesen, sum er annar av venjarunum á besta liðnum, men spælir við á næstbesta liðnum. Hendan mansverjan av 36 ára gomlu kempuni hevði avgerandi ávirkan á úrslitið, tí at eftir mansverjuna kom Kyndil á odda heili 24-18. At enda vann Kyndil 24-21 ímóti hoyvíkingunum, sum til dagliga spæla í næstbesu deildini, men sanniliga bitu frá sær í dag.
Hini bæði liðini í bólki 1 eru H71 (besta liðið) og StÍF. Hesi lið spældu í Hoyvíkshøllini í gjár, har dysturin endaði 21-21.
Støðan í bólki 1:
1. StÍF - 3 stig - spælt tveir dystir
2. Kyndil - 2 stig - spælt ein dyst
3. H71 - 1 stig - spælt ein dyst
4. H71 II - 0 stig - spælt tveir dystir
Málskjúttarnir frá dagsins dysti á Hálsi síggjast niðanfyri:
Kyndil: Bartal Klein Olsen 7, Bjarni Sørensen 5, Josef Abrahamsen 3, David Edvardsen 3, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Høgni Klein Olsen 2 og Bárður Johannesen 1.
H71: Esbern Patursson 6, Halgir Dahl Olesen 4, Rasmus Rosendahl Rasmussen 2, Ólavur Joensen 2, Niklas Højgaard 2, Rani Agnarson 2, Boas Heinesen 1, Djóni Gaard Joensen 1 og Bergur Ákason 1.