Eystankórið jólakonsert í Glyvra kirkju

Í annaðkvøld, sunnukvøldið, kl 19 skipar Eystankóri fyri konsert í Glyvra kirkju.

 

Eystankórið telur umleið 30 sangarar og verður í ár stjórnað av Símuni Hammer. Á skránni hesaferð eru 10 jólaløg, har nøkur av teimum mest kendu eru við, men kórið hevur í ár eisini vant inn nøkur nýggj jólaløg, ið eisini verða framførd á konsertini.

Saman við kórinum fer Jensina Simonsen eisini taka lut við klaver-og orgulfylgispæli. Meinhard Bjartalíð, prestur, fer eisini at halda eina stutta andakt, umframt at felagssangur er á skránni.

Kórið ynskir øllum vælkomin til á hendan hátt at verða við til at syngja jólini inn.