6?mannafør menn
Sammett við norðoyarstevnuna var tað bara ein nýggjur vinnari í kappróðrinum á jóansøku. Tað vóru menninir umborð á Sølmundi, sum vunnu, men tað er synd at siga, at nógvir av teimum, sum mannaðu vinnarabátin, ikki hava smakkað rákan av at vinna áður. Fýra av ungu monnunum vóru í fjør við Tjaldrinum, sum vann allar róðrarnar.
Petur Hansen, sum er annar av toftimonnunum, er bátsformaður. Hann er ein av teimum, sum í fjør vóru við til at vinna róðrarfelagnum NSÍ so nógvar sigrar. Undir liðini á sær hevur hann Tummas R. Olsen, sum í fjør var við gamla Tjaldrinum, sum nú eitur Spógvin. Í rúminum sita Gudmund Danielsen og Jóhan Ásmund. Teir vóru báðir við Tjaldrinum í fjør. Á lærinum sita Johnnie Lamhauge og Ólavur Magnus Lamhauge. Hin fyrri var við Spógvanum í fjør, og hin seinni var við Tjaldrinum.
Hetta eru róðrarmenn í besta aldri. Teir eru allir átjan ára gamlir. Miðalaldurin er kortini eitt sindur hægri. Róðursmaðurin eitur Jákup Vágsheyg. Hann er 28 ára gamal og stýrdi Spógvanum ein part av róðrarárinum í fjør.
Tá vit spyrja bátsformannin, um tað kom óvart á teir, at teir vóru fyrstir um málið á jóansøkuni, so heldur hann ikki:
? Á norðoyarstevnu fylgdust vit leingi við Stráluni, men so glapp hon frá okkum. Á eystanstevnuni kappaðust vit eisini við Stráluna. Ta ferðina vóru vit undan teimum, so vit høvdu eina vón um, at tað fór at eydnast á jóansøku, sigur Petur Hansen.
Hann roknar við, at kappingin eisini fer at vera spennandi á komandi stevnum:
? Bæði á norðoyarstevnu og á jóansøku var Riddarin væl við á fyrsta teininum. Hesa ferð tóktust teir orka betri, enn teir orkaðu í Klaksvík, og tí kunnu vit rokna við, at teir vera vandamiklir longu leygardagin í Fuglafirði.
Riddarin fekk besta startin á jóansøku. Hann var fremstur fyrstu fimm hundrað metrarnar, men so gingu teir báðir bátarnir á Skálafjørðinum frá honum. Síðani stóð kappingin ímillum eystara armin á fjørðinum og vestara armin á fjørðinum. Tá saman um kom vóru teir á eystara armi drúgvari og vunnu.
Hvessingur hevur vunnið nógv undanfarin ár, men teir megnaðu ikki meiri enn fjórða plássið hesa ferð.
Aftastur var Lómur av Argjum. Hann var tveir minuttir seinni á mál enn vinnandi báturin. Fleiri í Kulum rótum róðu við, og sjálvur Trølla Pætur sat afturi í rong og stýrdi. Men sum kunnugt er tað ikki talið á høvdum, sum ger av hvør vinnur i kappróðri. Tað eru kreftirnar, teknikkurin og taktikkurin. Og í øllum hesum vóru allir hinir betri enn Trølla Pætur og teir!