Í dag var ein 28 ára gamal maður dømdur í Eystara Landsrætti fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022.
Av tí at maðurin var fríkendur í Føroya Rætti, valdi ákæruvaldið at kæra dómin við pástandi um, at maðurin skuldi dømast.
Neyðtøkan var framd aftaná, at §216 í revsilógini um neyðtøku var broytt til eina samtykkigrundaða neyðtøkuáseting.
Eystari Landsrættur tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin eitt ár og tveir mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku.
Maðurin varð sostatt dømdur eftir nýggju neyðtøkuásetingini.