Eysturoyartunnlin partvís stongdur

DAGFØRING kl 18:26: Tunnilin er nú opin aftur.

Ein lastbilur hevur mist heilt fitt av gróti í Eysturoyartunlinum, so løgreglan hevur stongt tunnilin millum Rundkoyringina og Runavík

Vakthavandi á politistøðini sigur, at ein lastbilur hevur mist heilt fitt av nevagróti í Eysturoyartunlinum. Hann hevur mist tað í norðurkoyrandi rætningi frá Hvítanesi, har brekkan inni í tunlinum byrjar áðrenn rundkoyringina. Serliga nógv grót er á vegnum millum rundkoyringina og Runavík, og hevur løgreglan stongt tann partin av tunlinum.

– Vit skulu hava eina maskinu at taka grótið upp, og so letur tunnilin uppaftur aftan á tað, sigur vakthavandi á politistøðini.