Eysturoyggin tekur kappingina upp

Nýggja ferðaskrivstovan Novena Tours í Saltangará lat upp mikudagin. Vantandi gistingar á hotellunum í Eysturoy vóru beinleiðis grundin til stigið, sigur annar stigtakarin

Ov fáar gistingar á hotellunum í Eysturoy í fjør var beinleiðis grundin til, at nýggj ferðaskrivstova nú er latin upp í Saltangará.
Tað eru teir báðir hotelstjórarnir, Pól Jákup Poulsen á Runavíkar Sjómansheimi, og Frank Kruse Nielsen á Hotel Lonini á Eiði, sum hava tikið stig til og reka nýggju ferðaskrivstovuna, Novena Tours í Saltangará.
At standa fyri dagliga rakstrinum hava teir sett Erlu Weihe Johanesen, sum er útbúgvin í ferðavinnu hjá DSB í Danmark og seinnu tíðina hevur arbeitt hjá Flogfelag Føroya.
Bæði leiðarin á Runavíkar Sjómansheimi og á Hotel Lonini byrjaðu nýggir í vinnuni í fjør, greiðir Pól Jákup Poulsen frá. Og báðir sannaðu, at talið á vitjandi á hotellunum báðum í Eysturoy var í lægra lagi. Teir tosaðu tí saman um, hvat gerast ku ndi fyri at betra um støðuna, og úrslitið gjørdist so Novena Tours, sigur hann.
Ætlanin er greitt í fyrsta umfari at royna at fáa fleiri fremmand ferðafólk hendanveg. Og eitt sindur sjálvsøkin hevur tú væl loyvi at vera og royna at fáa kundar til títt egna øki, heldur Pól Jákup Poulsen. Tað verið seg bæði ferðafólk,sum ferðast einasmøll, bólkar og fyri tann skuld eisini ferðamannaskip, sum kundu hugsast at vitja økið.
Sjálvandi fer Novena Tours eisini at selja føroyingum, sum ætla at feðrast úti í heimi, ferðaseðlar. Bæði vanligar ferðaseðlar millum lond og eisini charterferðir. On-line skipan er, so til ber at leggja ferðir til rættis um allan heim.
Novena Tours hevur avtalur við fleiri hotel í Danmark, soleiðis at til ber at keypa feðaseðlar og gisting alt um eina leið, sigur Pól Jákup Poulsen. Eysturoyggin er vinnuoyggj, og vinnulívsfólk ferðast nógv, so hann hevur góðar vónir um at sleppa upp í part har.
?Føroyingar eru sum heild eitt lokalt fólkaslag, so eg vænti, at eysturoyingar far at stuðla okkum, sigur hann og leggur afturat, at longu nú hava tey merkt ein ávísan áhuga.
Novena Tours heldur til í handilsbygninginum yvir av Statoil støðini í Saltangará.