Eysturoyingur aftur best

Tíggjumannafarsróðurin er avgjørdur í ár. Eysturoyingur er føroyameistari, og ongin fær tikið teir aftur

Tann guli báturin úr Runavík legði best fyri og fekk stungið skutin fram um hinar bátarnar longu frá fyrsta takið. Oddasessurin hjá eysturoyingum var ongantíð í vanda, og teir vunnu sannførandi róðurin hjá tíggjumannaførunum leygardagin og harvið eisini føroyameistaraheitið, sum Eysturoyingur ikki hevur vunnið síðani seinast í níti-árunum, tá hann var suverenur í tvey ár. Eysturoyingur var leysur av hinum bátunum, tá hann kom á mál.
Ofta verður sagt, at tá róðrarteinurin verður styttur 1.000 metrar hjá tíggjumannaførunum, so kunnu úrslitini broytast. Tað gjørdust tey eisini hjá tíggjumannaførunum, men bara ikki sjálvur fremsti báturin. Nummar tvey hendan róðurin gjørdist Havnarbáturin, sum sostatt fekk heiðursmerki fyri fyrstu ferð í ár. Meistararnir frá í fjør hava havt eitt ivasamt ár, og fegnaðust uttan iva um framgongdina á vestanstevnu.
Nólsoyingur, sum vann norðoyastevnuróðurin, kom sum tann triðji báturin á mál og Hoyvíkingur rykti so eisini eitt pláss aftur á fjórðaplássið.

10 mannafør menn
1 Eysturoyingur 04:18.04
2 Havnarbáturin 04:22.11
3 Nólsoyingurin 04:24.00
4 Vágbingur 04:24.12
5 Hoyvíkingur 04:26.08
6 Skálabáturin 04:26.20
7 Vestmenningur 04:33.24 1G