? Fiski-og útróðrarmenn skulu fáa betri prís og betri tænastu.
Tað er aðaltankin aftanfyri nýggju uppboðssøluna sum læt upp í gjár.
Tað er uppboðssølan Sjótorgið, sum útróðrarmenn hava tikið stig til.
Sostatt hevur Fiskamarknaður Føroya mist ?einkarrættin? til selja fisk á uppboði.
Og Sostatt kann eisini staðfestast, at kappingin í fiskivinnuni bara harðnar
Men tað skuldi eftir øllum sólarmerkjum bara komið væl við hjá fiski- og útróðrarmonnum.
Og tað ætla teir, sum tóku stig til Sjótorgið, eisini at tað skal gera.
Í øllum førum ætla teir at bjóða fiski- og útróðrarmonnum bæði betri prís og betri tænastu, enn teir fáa á fiskamarknaðinum.
Lagaliga byrjan
Stjórin á Sjótorginum, Essa Petersen í Norðdepli, sigur at hetta hevur verið ein tungur burður, men hann er fegin fyri at tað nú hevur eydnast.
Og í grundini hóvar tað honum væl, at byrjað verður júst nú.
? Tað mesta av hesi vikuni er streymurin sera harður so vit fáa eina lagaliga byrjan. Og tað ger onki, tí so fáa vit brúkt hesar dagarnar til byrja spakuliga so vit koma á rætta lagið.
Og tað fær hann eftir øllum at døma rætt í.
Tí á miðdegi í gjár hevði bara tann eini báturin boðað frá, at hann ætlaði sær at royna hendan nýggja møguleikan
Tað var Gáshøvdi av Viðareiði sum fekk heiðurin at vera fyrsti bátur, sum avreiddu til nýggu uppboðssøluna í Klaksvík.
Teir avreiddu 4.240 pund, ella 42,4 sentnarar.
Umleið helvtin var toskur. Annars hevði Gáshøvdi eisini eitt sindur av havtasku, umframt smærri nøgdir av ymsum øðrum.
Á miðdegi í gjár var lastin ikki seld. Á Sjótorginum væntaðu teir ikki at hon bleiv seld fyrrenn í dag.
Annars er ætlanin at selja fastar tíðir hvønn dag, tvær ferðir um dagin, klokkan 9 um morginin og klokkan 2 seinnapartin.
Essa Petersen sigur, at Klaksvík er okkara størsta fiskivinnuhavn og tí heldur hann, at tað er nátúrligt, at Sjótorgið hevur høvuðssætið har.
Men annars eru teir komnir væl áleiðis við eini avtalu um at Sandoy Seafood, skal taka ímóti fiski í Skopun og á Sandi fyri Sjótorgið.
Um deildir so eisini verða skipaðar aðrastaðni, fer tíðin at vísa.
Meiri fyri kilo
Essa Petersen sigur, at tað er fyri ein part ónøgd við uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum sum gjørdi, at útróðrarmenn tóku stig til at stovna eina uppboðssølu afturat.
? Tað, sum vit vóru ónøgdir við, var m.a., at tá ið vit seldu um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum, fingu vit ikki vektarseðilin fyrrenn dagin eftir, ella tveir dagar aftaná, sigur Essa Petersen.
?Tvs, at vit mistu allan møguleika at fylgja við, hvat vit avreiddu og tað er nakað, sum fiski- og útróðrarmenn hava lagt stóran dent á.
? Vit hava eisini verið ónøgdir við, at vit skulu betala fyri at fiskurin verður skildur í støddir, tí tað er keyparin, sum vil hava tað.
Stjórin í Sjótorginum sigur, at hesi viðurskiftini verða øðrvísi á nýggju uppboðssøluni.
? Teir, sum avreiða um uppboðssøluna hjá okkum, fáa vektarseðilin í hondina so titt og knapt fiskurin er vigaður.
Tað er eisini ætlanin at broyta skiljingina.
? Vit fara ikki at skilja allan fiskin. Hinvegin fara vit at taka stakroyndir, eitt ávíst prosent úr hvørjum kassa, og so verður fiskurin flokkaður í støddir til keyparan eftir tí.
Essa Petersen sigur, at skiljingin hjá Fiskamarknaðinum kostar 20 oyru fyri kilo, sum seljarin noyðist at gjalda.
? Sostatt merkir hendan skipanin hjá Sjótorginum, at fiskurin bara verður skildur við stakroyndum, at fiski- og útróðrarmenn fáa 20 oyru meiri fyri kilo. Og tað skuldi muna eitt sindur, heldur Essa Petersen.
Annars eru gjøldini, sum sjótorgið tekur fyribils tey somu, sum Fiskamarknaðurin tekur, nevniliga 1% fyri at selja um telefonina og 3% fyri at selja á gólvinum.
Sjótorgið hevur telefon nummar 45 52 22, og hagar kunnu teir ringja, sum ætla at sær at selja um nýggju uppboðssøluna.