Fáa 948 milliónir í kassan næsta ár

Havnarfólk skulu rinda sama skatt næsta ár, sum í ár, og barnafrádrátturin verður eisini tann sami

Næsta ár verða inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu 948 milliónir. Tað er staðfest, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er lagt fyri býráðið. Og sostatt verða inntøkurnar 9,2 prosent hægri næsta ár, enn tær eru í dag.

 

Ætlanin er, at skattaprosentið í Havn skal verða 19 prosent næsta ár, og tað er tað saam sum í ár og barnafrádrátturin verður 8000 krónur fyri barnið, og tað er eisini tað sama sum í ár.

 

– Tórshavnar kommuna er ein kommuna í vøkstri og tað merkir eisini, at virksemið økist. So tilsamans fara útreiðslurnar at økjast næsta ár upp í 735 milliónir krónur.Tað eru 4,3 prosent, ella 30 milliónir krónur, meiri enn tað, sum varð sett á fíggjarætlanina í ár.

 

Alt hetta fer at geva kommununi ein íløgukarm upp á 140 milliónir næsta ár. Men meirilutin sigur, at tað er umráðandi at hava í huga, at góða gongdin, sum longu hevur verið í eitt áramál, skal takast við fyrivarni, tí góðar tíðir halda ikki fram í allar tíðir.

 

Tí mæla tey til, at gongd verður ikki sett fleiri kostnaðarmikil arbeiði næsta ár - eisini tí at tað er so dýrt at arbeiða í hesum tíðum, at kommunan fær munandi minni fyri skattakrónurna, tá ið alt fer av bakkastokki í senn,

 

Kortini verður játtanin til Almanna- og heilsumál  hækkað 7,4 milliónir og tað mesta av tí skal brúkast til eldraøkið. Men harafturat skal ein integratíónssamskipari setast at veita tænastur til tilflytarar og til at skipa fyri integratiónsátøkum.

 

Harafturat verða 3,6 milliónir játtaðar til Mentanarøkið og frítíðarøkið næsta ár. Virksemið á ítróttarøkinum er vaksið og tí dýrkar raksturin, og játtanin til at gera ábøtur á kommunalar ognir verður hækkað 6,5 milliónir.

 

Samstundis verður virksemið hjá kommununi fýra milliónir dýrari næsta ár og tað mesta av tí skal brúkast til at menna ferðavinnuna í kommununi.

 

Nú fíggjarætlanin er lagt fram, skal hon viðgerast í teimum ymsu nevndunum, og tí er væntandi, at fleiri broytingar verða gjørdar, áðrenn hon verður samtykt.