Biogassverkið, Førka á Skarðshjalla, hevur nú tikið ímóti fyrsta tanganum av burturkasti frá eini smoltstøð. Tað er burturkast frá smoltstøðini á Strond, sum nú er flutt á Førka at verða gjørt til grøna orku
– Hetta er eitt stórt framstig fyri Bakkafrost, og eitt stórt stig á leiðini at gagnnýta alt tilfar frá laksinum. Eg haldi, at hetta er ein framíhjárættur at vera teir fyrstu í Føroyum at gera grøna orku burtur úr skarni, sigur Rógvi Jacobsen, leiðari á smoltstøðini á Strond, í tíðindaskrivi í morgun.
Tá ið grøn orka er vunnin úr skarninum, verður avlopið gjørt til biotøð, ið verður brúkt til taða bø og haga kring landið.
– Fyri landbúnaðin merkir tað, at tørvurin á handilstøðum verður minni, sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari á FÖRKA, í sama tíðindaskrivi.
Fróði Mortensen væntar, at umleið 10.000 m3 av burturkasti verða koyrdir frá smoltstøðini á Strond til Førka um árið. Hetta fer at geva 1.120 MWt av el-orku um árið, og umleið tað sama í hitaorku. Hetta svarar til elnýtsluna hjá 225 húskjum um árið, og tað gevur hita til eini 47 húski um árið.
Umframt at taka ímóti skarni og slógvi frá alivirkseminum hjá Bakkafrost, tekur FÖRKA ímóti mykju frá bóndum um alt landið.
Í november framleiddi Frka 212 MWt, sum svarar til nýtsluna hjá umleið 510 húskjum í ein mánað.