- Fáa lættari gerandisdag við hjálpartólum

Høvuðsniðurstøðan av einari kanning, sum Ergoterapeutfelagið hevur staðið fyri, er, at eldri menniskju við niðursettum førleikum meta, at “einføld” hjálpartól, t.d. baðikrakkar, sokkaílatarir og rollatorar, gera tað lættari, ella gjørligt at gera ymiskt í gerandisdegnum. Turið Jacobsen gjørdi kanningina í sambandi við Masteruppgávu sína í heilsuvísindum. Kanningin varð stuðlað av høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. 

 

 

Kanningin vísti eisini, at fleiri fólk við tørvi á ávísum hjálpartólum vita ikki, at hesi hjálpartólini finnast. Kanningin vísir eisini, at fólk hava hjálpartól, sum ikki eru stillaði inn til teirra, sum tey ikki hava fingið vegleiðing í at brúka, ella sum tey ikki brúka. At nøkur eldri fólk, sum ikki klára at ganga úti og sakna tað, vilja ikki hava gonguhjálpartól, og at fysiska umhvørvið, har sum hjálpartólið skal brúkast, hevur týdning fyri, hvussu hjálpartólið virkar.

 

Les alla kanningina, sum varð prentað sum tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum herfyri, við at trýst á her.