Fótbóltur
Myndin var tann sama 2. páskadag á Vágseiði, sum hon hevði verið eina stóra viku frammanundan. Vágbingar fóru enn eina ferð vónbrotnir til hús, eftir at eitt av liðunum, sum teir av góðum grundum hava roknað við at skula vinna á heimavølli ímóti, hevði tikið alt. Og sjálvandi stórfegnaðust fuglfirðingarnir, tá ið teir í góðveðrinum fóru norður aftur um Suðuroyarfjørð at fyrireika seg til fyrsta heimadystin, ið verður ímóti GÍ, sum teir nú hyggja niður á á støðutalvuni!
Kanska onkur veit um, at ÍF í landskappingin hevur vunnið á Vágseiði. Í skrivandi løtu kunnu vit ikki vísa á tað árið.
Petur Simonsen hevði tveir av veteranunum við til Vágs, sum ikki vóru har suðuri næstsíðsta sunnudag. Magni á Lakjuni og Bartal Eliasen vóru eftir ávikavíst sjúkralegu og knæskaða tøkir aftur. Men ÍF venjarin valdi at halda seg til gomlu vendingina um, at eitt lið, sum hevur vunnið, skal ikki brotast.
Magni og Bartal vóru á beinkinum, og teir vórðu ikki settir á vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki.
Fáir møguleikar
Lotið var ikki so ógvusligt, men tað ávirkaði eitt sindur. ÍF hevði lotið ímóti í 1. hálvleiki, og tá høvdu teir betri taka á samanspælinum, enn teir høvdu eftir steðgin. ÍF hevði ilt við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og tað høvdu teir á heimaliðnum eisini. Allan Joensen í ÍF málinum, og super veteranurin Bjarni Johansen í VB málinum vóru ikki ovbyrðaðir av arbeiði.
Á sentrala VB miðvøllinum vísti Milan Culic enn eina ferð, at hann er ein tann besti - um ikki tann besti - miðvallarin í føroysku kappingini. Hjá ÍF hevði Símun Eliasen uppgávuna at taka sær av lyklaspælaranum hjá VB. Hin sentrali miðvallarin hjá ÍF var Høgni Zachariassen, og tað var júst hann, sum tá ið eitt lítið korter var farið av seinna umfarinum, skoraði einasta málið. Long frísparkssending varð løgd inn í VB brotsteigin, og Høgni snittaði við høvdinum bóltin inn um Bjarna Johansen.
Tá ið ÍF var komið framum, tóktist tað sum um, at uppspælið hjá teimum mest sum datt burtur. Roynt varð at leggja langar sendingar fram til Bartal Eliasen og Magna á Lakjuni, men tað spurdust ikki møguleikar burturúr. VB royndi at leggja trýst á. Eftir steðgin høvdu teir sett veteranin Jón Paula Olsen inn, men tað segði tað sama. Vágbingar góvu til kennar, at teir vóru misnøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki ímóti fuglfirðingum. Men tað var dómarin ikki samdur við teimum í, og so fóru øll stigini av Eiðinum og norður til Fuglafirðar.