Útvarpið sendir vanliga beinleiðis frá prixkappingunum. Soleiðis verður eisini hesaferð. Ove Olsen frá ÚF sigur, at teir fara at senda sum vanligt er frá prixkappingunum. Stórvegis broytingar eru ikki í mun til undanfarin ár.
- Tað eru eini 5 ? 6 fólk til arbeiðis og vit koyra við fullari orku og fáa illa gjørt meira burturúr, enn vit gera, sigur Ove Olsen.
Tað eru 3 vertir, Rúni Jákupsson, Bjarni Mohr og Kári Sólstein. Tveir sita og fylgja við og fáa fólk inn til eitt prát, meðan ein fregnast í salinum millum áhoyrarar.
Netið og Svf
Ove sigur, at sent verður Live frá øllum undanumførunum í Fuglafirði, men eisini semifinalan í Trongisvági verður live og eisini stóra gallakvøldið, finalan.
Nakað nýtt er tó, at alnetið eisini verður tikið í nýtslu. Útvarpsmannigin fer, sum prixkvøldini ganga, at leggja myndir út á alnetið, so fylgjast kann við á tann hátt eisini.
Meðan ÚF hevur full segl í samband við prixkappingina, so letur til, at Svf hevur valt annan leist, eftir tí vit hava frætt. Svf hevur vanliga gjørt sending frá ymsu kvøldunum, sum tó er komin nakrar dagar aftaná tiltøkini. Sum skilst, so verður hetta ikki í ár, men heldur verður ymiskt prixtilfar í øðrum sendingum, t.d. Mentanartíðindunum.Hetta skal tó takast við fyrivarni, tí tað eydnaðist okkum ikki at fáa tíðindini staðfest, innan evsatmark.