Fíggjarkarmar lagdir fram í næstu viku

- Nei, uppskotið til fíggjarkarmar fyri næstu árini er ikki borið í løgtingið enn.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, sum harvið ger greitt, at fíggjarkarmarnir verða ikki lagdir fram fyri løgtingið og almenningin fríggjadagin, eins og fleiri hava væntað.

Fíggjarkarmarnir skulu leggjast fram fyri løgtingið áðrenn 1. apríl, og tí verður tingið kallað til arbeiðis í næstu viku, hóast dimbuldagavika er.

Alternativið er at halda tingfund leygardagin, væl at merkja um fíggjarkarmarnir verða bornir úr Fíggjarmálaráðnum í løgtingið í dag. Men tað er ikki sannlíkt, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.