Fíggjarkarmar verða ikki broyttir

Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur kom somikið seint, at stundir eru ikki at broyta teir fíggjarkarmar, ið landsstýrið bar í løgtingið síðst í mars.

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Kristinu Háfoss. Tingkvinnan hjá Tjóðveldi vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at broyta fíggjarkarmarnar fyri næstu fimm árini, soleiðis at samsvaran er millum heildarætlanina og fíggjarkarmarnar, áðrenn málið kemur til 2. viðgerð og atkvøðast skal um tað.

- Nei, landsstýrið hevur sum er ikki ætlanir um at broyta fíggjarkarmarnar áðrenn 2. viðgerð, svarar løgmaður.

- Løgtingið fer heim í næstum, og landsstýrið er enn ikki liðugt at umrøða átøkini í heildarætlanini. Tað ber sostatt ikki til at taka heildarætlanina við í játtanarkarmarnar longu nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Sambært heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur skulu átøk fyri 700 milliónir krónur gerast næstu fimm árini. Men fíggjarkarmarnir taka sum nevnt ikki hædd fyri átøkunum, ið heildarætlanin mælir til at fremja.

- Landsstýrið er farið undir at viðgera heildarætlanina, og fer hetta ætlandi at síggjast aftur í endaliga fíggjarlógaruppskoti landsstýrisins í heyst, sigur Kaj Leo Holm Johannsen í svari til Kristinu Háfoss.