Fíggjarkreppan kann koppa Liverpool

Sambært enskum miðlum er álvarsligur vandi fyri,at amerikonsku eigararnir av Liverpool verða noyddir at selja felagið í næstum. Hetta verður váttað av Keith Harris, sum seinnu árini hevur verið maðurin, sum hevur staðið fyri stóru handlunum við enskum feløgum. Og sum í løtuni roynir at selja eitt nú Everton og Newcastle.

Tom Hicks og George Gillett hava fingið tveir mánaðir til antin at gjalda ella umfíggja skuldina í felagnum, sum í løtuni er upp á 350 milliónir pund – ella knappar fýra milliardir krónur.

Fyri einum ári síðani varð ikki roknað við, at tað fór at elva til trupulleikar at umfíggja skuldina, men altjóða fíggjarkreppan hevur fullkomuliga broytt hesa myndina.

Eydnast tað ikki at um- ella endurfíggja skuldina, kann ein avleiðing vera, at felagið verður noytt at selja fleiri av stóru profilunum í spælarahópinum.

Á vøllinum hevur Liverpool fingið sína bestu byrjan nakran tíð í Premier League, og eru teir reyðu av Anfield í løtuni ájavnir við Chelsea á oddasessinum í deildini.