Fíggjarlógaruppskotið hjá Karsten Hansen fær kaldliga móttøku í andstøðuni. Fíggjarlógaruppskotið, sum vísir eitt avlop uppá 150 milliónir krónur, áðrenn 148 milliónir eru goldnar í avdráttum uppá lánið úr danska ríkiskassanum, fer ikki at halda, og tí verður stórt undirskot á fíggjarlógini, tá avtornar, eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samdir um.
Alfred Olsen, næstformaður í Sambandsflokkinum, vísir harumframt á, at inntøkurnar á fíggjarlógini eru mettar ov høgt.
- Tað eru fleiri tekin í høvuðsvinnuni, sum benda á, at vøksturin er við at steðga, og tí meti eg, at inntøkurnar eru mettar ov høgt, sigur Alfred Olsen. Hann leggur afturat, at hóast inntøkurnar vaksa, av tí at lønirnar sum heild eru farnar upp, so kann væntast, at samlaðu inntøkurnar frá høvuðsvinnuni fara at lækka næsta ár. Tí mælir hann til, at sama tal varð sett á inntøkurnar næsta ár, sum í ár.
Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum eisini er næstformaður í Fíggjarnevndini, er tó ikki heilt samdur við hesum. Hann metir, at inntøkurnar, sum eru settar í fíggjarlógaruppskotið, helst eru á eini leið, kemur einki óvart á. Heldur eru tað útreiðslurnar, sum eru settar alt ov lágt, vísir Vilhelm Johannesen á.
- Samgongan hevur sett sær fyri at fremja fleiri yvirtøkur í næstum, men ikki ein króna er sett av til endamálið. Samtíðis sum landsstýrið ætlar at yvirtaka fólkakirkjuna, løgreglu, lógarmál osv. verður als ikki lagt upp fyri hesum í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, sigur Vilhelm Johannesen.
Báðir andstøðuflokkarnir vísa á, at hóast tað er rætt sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum førir fram, at fíggjarlógin bara tekur hædd fyri teimum útreiðslum, sum eru aktuellar í løtuni, og tí ikki nøkrum útreiðslum, sum væntandi fara at koma seinni, so átti kortini at verið lagt upp fyri hesum útreiðslum. Til dømis við at yvirskotið á fíggjarlógini í minsta lagi skuldi verið so stórt, at pengar vóru til yvirtøkurnar. Men á fíggjarlógini fyri næsta ár er yvirskotið, tá avdráttirnir eru goldnir, bara tvær miliónir, og tí verður neyðugt við eykajáttanum, skulu yvirtøkur fremjast. Til dømis verður tað mett at kosta umleið 13 milliónir, skal fólkakirkjan yvirtakast.
Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vísa á, at í fíggjarlógaruppskotinum eru fleiri útreiðslur als ikki tiknar við.
- Landsstýrið hevur nakrar skyldur, sum als ikki eru tiknar við í fíggjarlógaruppskotið. Millum annað hevur landsstýrið bundið seg til at gera íløgur fyri átta milliónir í havnagerð í Vági, og so seint sum í marts í ár samtykti løgtingið at játta 32,5 milliónir um árið næstu seks árini til Norðoyatunnilin. Hesar játtanir finnast als ikki í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, vísir Alfred Olsen á. Hann sigur seg tó hava skilt, at ætlanin er at finna pengarnar til Norðoyatunnilin av pengum, sum leypa av á játtanum á fíggjarlógini fyri 2002, men tó sigur hann seg yvast í, hvørt meiriluti verður fyri tí.
Vilhelm Johannsen úr Javnaðarflokkinum leggur afturat, at eftir hansara tykki er alt ov lítið sett av til samferðsluhavnina í Suðuroynni, eins og einki er sett av til tunnilsgerð millum Øravík og Hov. Vilhelm Johannsen metir, at sum heild er alt ov lítið sett av til samferðsluøkið.
Einki uppskot til sparingar
Hóast andstøðuflokkarnir eru samdir um, at yvirskotið á fíggjarlógini fyri næsta ár er alt ov lítið, samtíðis sum útreiðslurnar eru mettar alt ov lágt, so hava teir ikki stórvegis hug at gera viðmerkingar til, hvar sparingar eiga at fremjast. Vilhelm Johannsen vísir á, at tann økta játtanin til almanna- og heilsuverkið er neyðug, og røkkur bara til at vinna innaftur nakað av tí, sum økini eru forsømd síðstu árini. Tí verður trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, nú at fara at fremja sparingar á hesum økjum, metir Vilhelm Johannesen.
Vilhelm Johannesen metir, at sum fíggjarliga støðan sær út í løtuni, noyðast vit helst at ásanna, at undirskot verður á fíggjarlógini næsta ár. Eftir at hava havt blaðað ígjøgnum fíggjarlógaruppskotið, tó uttan at hava havt stundir at nærlisið alt uppskotið, dugur hann illa at ímynda sær, hvar sparingar kunnu fremjast.
Alfred Olsen heldur, at sparingar eiga at gerast, men heldur ikki hann dugir at siga, hvat møguliga eigur at verða spart burtur á fíggjarlógini. Tó vísa bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á, at almenna umsitingin er vaksin nógv síðstu árini, og har eigur at bera til at spara nakað.
Skattalættin verður goldin úr Landsbankanum
Andstøðuflokkarnir eru samdir um, at skattalætti eigur at veitast næsta ár. Men flokkarnir duga sera illa at ímynda sær, at landsstýrismenninir megna at spara tær 50 milliónirnar, sum skulu veitast í skattalætta.
- Tað er púra órealistiskt at ímynda sær, at landsstýrismenninir, nú aftan at teir hava fingið sína játtan í fíggjarlógaruppskotinum, skulu hava áhuga í at skerja sítt egna málsøki, og tí vænti eg ikki, at nakað uppskot um sparingar kemur frá landsstýrinum í heyst ella vetur, sigur Alfred Olsen.
Vilhelm Johannesen heldur lítið um mátan, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nýtir í samband við skattalættan, sum samgongan hevur lovað og skrivað undir uppá.
- Tað er eingin logikkur í, at landsstýrismaðurin ein dag játtar nakrar pengar í einum fíggjarlógaruppskoti, fyri síðan at fara út aftur og taka pengarnar innaftur við at fremja sparingar ? hetta er tann øvugta mannagongd, sigur Vilhelm Johannesen. Hann leggur afturat, at tað er lítið sannlíkt, at landsstýrismenninir fara at skerja sína egnu játtan, nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram.
Andstøðan er tí samd um, at skattalættin, sum skal veitast næsta ár, verður goldin av gjaldførinum hjá landskassanum, tvs. úr tí, sum stendur í Landsbankanum. Báðir flokkar taka undir við, at neyðugt er at lækka skattin.
- Er einasti møguleiki fyri at veita skattalætta at fara í Landsbankan eftir pengum, so eiga vit at gera tað, sigur Alfred Olsen.
Vilhelm Johannesen tekur eisini undir við at veita skattalætta næsta ár. Hann er ikki so avgjørdur, hvørt tað er rætt at fara í Landsbankan eftir pengunum, men vísir í hesum sambandi á, at tað helst verður neyðugt at fara í Landsbankan eftir pengum kortini, tí hall verður á fíggjarlógini næsta ár, óansæð um skattalætti verður veittur ella ei.