Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin
Hóast stórt undirskot staðfestir fíggjarlógin fyri 2006, at nógv umtalaði skattalættin hjá samgonguni stendur við. Men fyri lægri inntøkurnar fer fíggjarlógaruppskotið at merkja eina skattahækking.
Greitt er, at fyri árið 2006 er talan um ein skattalætta á 60 mió. kr. og verður, hesin sum partur av samlaða skattapakkanum á 240 mió. kr. yvir 4 ár, fyrst og fremst latin til hægri inntøkurnar.
Undir 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum er víst á, at hesin skattalætti fyri komandi ár skal skiljast sum endurgjald fyri:
- At barsilsskipanin og harvið 36 mió. kr. eyka nú verða løgd út á arbeiðsmarknaðin.
- At barnaverndarøkið er lagt til kommunurnar at umsita, og hesar sostatt helst mugu hækka kommunuskattin um 30 mió. kr.
Hetta merkir eina avlaging av verandi býti av skattligu byrðunum.
Tí barsilsgjaldið hækkar við sama %-tali fyri allar borgarar, og somuleiðis hækkar kommunuskatturin við sama %-tali fyri allar borgarnar í viðkomandi kommunu. Tvs. talan verður um proportionala skattahækking, ið vil raka lægri inntøkur lutfalsliga harðari enn hægri inntøkur. Eisini kann nevnast at eitt nú vektgjaldið hækkar við 25 mió. kr., og rakar hetta flest allar føroyingar hart.
Hartil kemur, at sokallaða endurgjaldið á 60 mió. kr. í skattalætta nærum bert verður latin til hægri inntøkur.
Hetta vil geva eitt munandi skeivari býti av skattligu byrðunum, til vansa fyri føroyingar við lægri inntøkum - og til vansa fyri teir borgarar, ið búgva í smærri kommunum í útjaðaranum, ið verða noyddar at hækka kommunuskattin meira fyri at rinda fyri barnaverndarøkið, enn stóru kommunurnar, ið eru væl fyri.
Mælt verður staðiliga frá hesi loysn.
Tí ætlanin um eina skatta- og avgjaldshækking til øll, meðan hægri inntøkurnar fáa endurgjald umvegis skattalætta, er ikki ein serliga solidarisk loysn.
Tá heldur finna loysn, ið tryggjar at fíggjarligu byrðarnar ikki gerast enn tyngri hjá føroyingum við lægri inntøkum.