Fíggjarlógin verður ikki viðgjørd í kvøld

Fiskidagarnir og so Hoyvíkssáttmálin verða viðgjørd í kvøld

Onnur viðgerð av fíggjarlógini verður ikki í kvøld. Tað hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, júst kunngjørt.

Eftir at privatiseringin av Postverkinum varð samtykt við 2. viðgerð, var steðgur í tingarbeiðnum í ein hálvan tíma:

-Nú fari eg at hugsa meg um, hvussu vit gera tað, sum er eftir av hesum tingfundinum. Í tí sambandi fari eg at lodda dýpið millum tingmenn, segði tingformaðurin, áðrenn hann ringdi við klokkuni.

 

Nú, tá ið hann tók fundin uppaftur, boðaði tingformaðurin frá, at uppskotið til fíggjarlóg verður tikið av skránni fyri fundin í kvøld. Fíggjarlógarviðgerðin verður í staðin á tingfundi, sum verður fyrrapartin í morgin.

 

Tað eru tvey mál eftir at viðgera í kvøld. Talan er um tvær 1. viðgerðir.

Tað fyrra málið er fiskidagatalið í 2019, sum verður beint í vinnunevndina at viðgera.

Tað seinna er uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan. Tað málið verður beint vinnunevndini at viðgera.