Fíggjarmálaráðharrin Bárður Nielsen hevur staðið í mál fyri VÍF seinastu dystirnar í Atlantic Airways kappingini. Hann hevur annars ikki spælt nógv seinastu árini, síðani hann gjørdist landsstýrismaður, men nú er hann aftur farin at spæla á hægsta stigi.
Møguleikin kom, tá ið Dejan Lacok fekk ein skaða, og tí ringdu teir til Bárð og bóðu hann koma við til dyst.
Bárður og Eli Müller kappast nú um plássið millum stengurnar.
Vestmenningar spæla hondbólt
Bárður byrjaði at spæla hondbólt sum 8 – 9 ára gamal. Tá vóru umstøðurnar til hondbólt heilt øðrvísi.
- Eg var ofta á vøllinum sum barn, men eg byrjaði at venja sum 8 – 9 ára gamal. Tá spældi vit uttandura. Umstøðurnar vóru heilt øðrvísi tá. Høllin var ikki komin. Tað vóru einans tær eldru deildirnar, sum spældu innandura. Tá hevði VÍF heimavøll á Skála, sigur Bárður.
Bárður var 14 ára gamal, tá ið høllin kom. Hann sigur, at spælið hevur ment seg nógv, síðani tað er komið undir tak.
- Hondbóltsspælið er nógv broytt í mínari tíð. Tá ið tú spælir úti, verður spælið hareftir. Menn tveittu seg ikki eftir vøllinum, og ferðin var ikki høg. Vit spældu eisini í øllum veðri. Nú hevði tað verið óhugsandi at spælt úti í nógvum vindi. Men tá vistu vit ikki um nakað betri, sigur Bárður
Í Vestmanna er tað, nú eins og fyrr, ein sjálvfylgja, at tú spælir hondbólt og hevur áhuga fyri VÍF.
- Tað er sjávskrivað, at tú fylgir við hondbólti, tá ið tú ert vestmenningur. Tað er mestsum óvanligt, um fólk ikki luttaka í hondbólti, sigur Bárður.
Landsliðið hevur manglað
Bárður hevur verið vitni til, at føroyska hondbóltsspælið hevur ment seg nógv. Men hann hevur eisini sæð, at føroyingar als ikki hava megnað at fylgt við grannalondunum. Bárður heldur seg vita, hvør orsøkin er til tess:
- Landsliðið hevur manglað øll hesi árini. Øll árini, sum eg havi verið virkin, hevur einki støðugt A-landslið verið. Eg havi verið óheppin í so máta, men eg havi tíbetur roynt at spæla í Evropa Cup við VÍF. Eg sakni eitt landslið, tí at tað hevði verið ein gularót fyri hondbóltsspælarar. Í 70´unum og 80´unum spældi Føroyar nakrar landsdystir móti Íslandi. Tá var so at siga eingin munur millum liðini, men nú hevur Ísland klárað at komið heilt til fjórðingsfinaluna í HM, meðan vit als ikki luttaka í altjóða kappingum, sigur Bárður.
Rástyrkin manglar
- Royndirnar hjá teimum føroysku leikarunum eru ov fáar. Nú havi eg hugt at HM kappingini í manshondbólti í sjónvarpinum. Har sært tú, at størsti munurin á føroyskum og altjóða hondbóltsleikarum er likamsstyrkin. Føroyingarnir mangla rástyrkina, sigur Bárður.
Bárður endaði í málinum sum ungur, og har hevur hann verið verandi. Summi halda fyri, at hondbóltsmálverjar eru eitt sindur ørir, tá ið teir stilla seg fyri bóltarnar, sum verða smekkaðir eftir málinum.
- Eg ræðist ikki bóltin. Tað havi eg ongantíð gjørt. Tá ið tú ert heitur, fært tú ikki ilt av einum bólti, hóast tú verður raktur beint á snútin, sigur Bárður.
Nógv góð hondbóltsupplivilsi
Bárður hevur mangan verið føroyameistari við VÍF. Tað eru tvær løtur, sum hann minnist frammum aðrar.
- Í heimligu kappingini var besta løtan, tá ið vit vunnu á Kyndli í 1993. Tað var tann avgerandi dysturin, og vit gjørdust Føroyameistarar. Tá høvdu Kyndil annars sitið á trónuni í fimm ár, og tí var tað eyka stuttligt at koppa teimum.
- Hitt er dysturin móti Dinamo Bukarest í Evropa Cup. Dysturin varð leiktur í Vestmanna, og vit vunnu 17 – 16, sigur Bárður.
Hondbóltslívið er ikki einans góðar løtur, og Bárður hevur eisini upplivað keðiligar løtur sum hondbóltsleikari.
- Tann ringasta løtan var, tá ið vit taptu steypafinaluna móti Neistanum í 1994. Vit høvdu ongan dyst tapt tað árið. Dysturin endaði javnt og fór í yvirtíð. Seinastu løtuna fingu Neistin tvær útvísingar, og vit spældu seks móti fýra. Neistin skoraði kortini og vunnu. Tað var heilt forferdiligt!
Ójavnir útlendskir leikarar
Bárður hevði eisini sínar fyrimyndir sum málverji.
- Mínar heilt stóru fyrimyndir sum yngri vóru Bergur og Kristin Johansen, sum stóðu í mál hjá VÍF. Annars var Bergur Jacobsen í Kyndlamálinum eisini sera góður. Hann hevði eitt sera gott samanspæl við verjuna hjá sær, sigur Bárður, sum heldur, at útlendsku leikararnir hava klára seg misjavnt.
- Tað er ójavnt, hvussu útlendskir leikarar klára seg. Teir koma til eitt fremmant land, og støðið í Føroyum er nógv lægri, enn teir eru vanir við. Tað er ymiskt, hvussu teir útlendsku leikararnir passa inn í viðurskiftini her. Málverjin hjá StÍF, Marian, er tó eitt gott dømi um ein útlending, sum hevur klárað seg avbera væl, sigur Bárður.
Á politiska leikvøllin
Bárður Nielsen stillaði fyrstu ferð upp í 1998, og hann varð valdur inn í 2002.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki. Tað er ikki komið frá familjuni. Tað er egin áhugi, sum hevur verið drívkraftin, sigur Bárður Nielsen.
Hann gavst at spæla hondbólt á høgum støði, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður. Hann hevur tó allatíðina verið tøkur, um VÍF tørvaði ein málverja, og hann hevur eisini leikt við ”Dream Team”-liðnum í 3. deild.
- Tað var torført at gevast at spæla á høgum støði. Eg dugdi illa at standa á áskoðaraplássunum og einki kunna gera. Eg hevði so smátt vant meg við at einans vera áskoðari, men nú varð eg so biðin aftur at koma við, og nú vænti eg, at eg spæli kappingarárið út.
Bárður angrar ikki, at hann fór í politikk, hóast hann mátti velja hondbóltin frá.
- Mær hevur dámt væl at vera fíggjarmálaráðharri. Eg eri glaður fyri tað, og eg angri tað ikki, hóast eg mátti frásiga mær nøkur ting. Sum landsstýrismaður fært tú ikki tíð til nakað, uttan at tú tekur tær tíð til tað, sigur Bárður, sum eisini vísur á, at tað ikki hevði borið til uttan eina góða familju.
- Konan og børnini hava eisini áhuga fyri hondbólti, og um tey ikki høvdu stuðlað mær í hesum, hevði tað als ikki borið til, sigur fíggjarmálaráðharrin at enda.
Bárður um €266b
- Eg haldi, at tað er eitt mál, sum hevur fingið alt, alt ov nógva umrøðu - innanlands og tíverri eisini uttanlands. Løgtingslimirnir eru ikki ósamdir um málið, men um fylgjurnar, sum møguliga kunnu koma av hesari lógarbroyting. Tað hevur eisini fingið avleiðingar fyri mín flokk, Sambandsflokkin, tá ið málið ikki fekk ta vend, sum nakrir ynsktu. Eg haldi, at vit skulu taka fólkaræði í álvara og hyggja frameftir.
Bárður um loysing
- Ríkisrættarliga støðan hevur gagnað og fer framyvir at gagna Føroyum. Eg skilji ikki teir, sum vilja, at vit skulu skilja okkum út her einsamøll í Atlantshavinum, samstundis sum øll onnur lond síggja fyrimunir í at taka seg saman í størri eindir. Tað er ein mótsøgn. Vit kunnu ikki útihýsa okkum í norðuratlantshavinum.
Bárður um Kyndil
- Kyndil er tað liðið, sum vit altíð vilja vinna. Tað er kanska tí, at tað vóru bara VÍF og Kyndil, sum vóru verið meistarar frá 1979 til 1998. Tí er tað ein søgulig rivalisering millum liðini. Í løtuni liggur tað tó nakað serligt í at vinna StÍF í steypakappingini. Teir hava verið einaráðandi har seinastu árini, men tað má fáa ein enda í finaluni í ár, tá ið vit spæla ímóti teimum.
Bárður um HM í hondbólti
- Tú heldur per definitión við teimum norðurlendsku liðnum. Fyrr helt eg altíð við Svøríki, tí at teir vóru so góðir, og tí at teir hava bláar og gular búnar eins og VÍF. Men teir hava merkt sviðan av, at teir ikki skiftu leikararnar út í nógv ár. Nú eru teir ikki so góðir longur. Í hesari HM kappingini hava eg hildið við Danmark og Ísland. Tað var tó harmiligt, at tey skuldu møtast so tíðliga í kappingini.
Fakta um Bárð
34 ára gamal
Føddur 16.04.1972
Er fíggjarmálaráðharri
Útbúgvin grannskoðari
Giftur við Rakul
Eiga 4 børn
Búgva í Vestmanna