Fíggjarnevndin kann avgera øll mál í Fuglafirði

Býráðslimirnir, Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni, undrast yvir mannagongdina hjá fíggjarnevndini í Fuglafjarðar kommunu í sambandi við oljubryggjuna, sum býráðið samtykti herfyri. Teir halda, at fíggjarnevndin við sínum tilmæli tekur sær rættindi, hon ikki eigur, og tað kann skapa óheppið fordømi, siga teir

Havnabygging

- Eftir at Sosialurin herfyri umrøddi málið um útbygging av Fuglafjarðar havn, eru tað mong, sum spyrja, hvørja arbeiðsgongd Fuglafjarðar býráð hevur nýtt. Ilt er hjá vanliga borgaranum at skilja, hvat veruliga er farið fram í hesum máli.
Tað siga býráðslimirnir í Fuglafirði, Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni, sum hava vent sær til blaðið.
Teir eru báðir limir í havnanevndini.

Minnilutauppskot
Herfyri samtyktu fimm av níggju býráðslimum í Fuglafirði eitt minnilutauppskot hjá Dánjali Vang, býráðslimi og havnanevndarlimi, um at gera eina 70 metrar langa oljubryggju sunnanfyri Ennibryggju í Fuglafirði.
Meirilutin í havnanevndini, Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni, mæltu hinvegin til at leingja Ennibryggjuna heimeftir.
Í triðja lagi mælti Jón N. Olsen til at gera eina bryggju millum Fóðurbryggjuna og Ennibryggjuna.
Tey, sum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Dánjali, vóru Sigurd Simonsen, Elisabeth Eldevig, Eyðun á Lakjuni, Jan Toftegaard og uppskotsstillarin sjálvur.
Tórfríður Abrahamsen, Signar á Brúnni og Jón N. Olsen atkvøddu ímóti og Petur Abrahamsen atkvøddi blankt.
Uppskotið hjá meirilutanum í havnanevndini fall soleiðis burtur.

Løgin mannagongd
Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni undrast yvir mannagongdina í hesum máli.
- Tá ið havnanevndin arbeiddi við málinum um útbygging av Fuglafjarðar havn, vóru fleiri fundir hildnir, og nevndin var samd um at rættast var at byggja atløgupláss frá Ennibryggjuni og heimeftir í mesta lagi einar 100 metrar.
Teir siga, at við hesi loysnini hevði Fuglafjørður fingið eina frálíka atløgubryggju upp á 158 metrar, har fleiri skip samstundis kundu lagt at, bæði til at bunkra og leggja fisk upp.
- Figgjarnevnd býráðsins viðgjørdi somuleiðis málið og skuldi taka sær av tí fíggjarliga partinum. Tað gjørdi hon, men hon gjørdi eisini tað mistak, at hon fór at viðgera spurningin um, hvussu byggjast skuldi.
Tórfríður og Signar siga, at fíggjarnevndin enntá kom við tilmlæli um havnabyggingina til býráðsfundin.
- Á fundinum gjørdu vit vart við hesi viðurskifti, og úrslitið gjørdist, at málið varð beint aftur í havnanevndina

Broytti støðu
Teir siga, at tað, sum síðan hendi, var, at tann eini havnanevndarlimurin, Dánjal Vang, broytti støðu og mælti til at samtykkja uppskotið, sum fíggjarnevndin mælti til.
- Tá ið málið síðan kemur aftur á býráðsfund, verður fyrst atkvøtt um broytingaruppskotið hjá minnilutanum, Dánjali Vang, ið er sama uppskot, sum fíggjarnevndin legði fram. Úrslitið er, at uppskotið fær fimm atkvøður og verður samtykt.
Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni halda tað sjálvandi vera í lagi, at ymiskar áskoðanir eru um loysnir.
- Men tað er ikki í lagi, tá ið ein fíggjarnevnd tekur sær rættindi, sum hon eftir okkara tykki ikki eigur. Hetta kann gerast fordømi og í framtíðini kann fíggjarnevndin soleiðis avgera lagnuna hjá hvørjum máli, um tað hóvar henni, vísa Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni á.