ÍF hevur fingið nýggjan formann

Hóskvøldið 7. mars hevði ÍF ársaðalfund. Á fundinum var nevndarval og formaðurin seinastu árini, Ólavur Larsen tók ikki við afturvali. Eftir fundin hevur nýggja nevndin skipað seg við Magnus Jørmundssyni, sum formanni. Hilmar Dahl Jacobsen er næstformaður, Eyðun Laksafoss skrivari, Kjartan Madsen peningarøkil og Kristian Páll N. Olsen nevndarlimur.

 

Á myndini sæst Magnus Jørmundsson saman við Tróndi Arge hjá Miðlahúsinum.

 

Tað verður sostatt ein bert 25 ára gamal formaður, sum kemur at standa á odda fyri ÍF. Kortini er Magnus Jørmundsson eitt ár eldri, enn Òlavur Larsen var, tá hann tók við formanssessinum í ÌF.

 

Aftaná effodeildsdystin millum ÌF og AB í Fuglafirði í dag, fekk Sportalurin/Rás2 orðið á Magnus Jørmundsson og Òlav Larsen.

 

Tað ber til at hoyra prátið við verandi og fyrrverandi formannin hjá ÍF undir greinini.

 

(Mynd: Jóannes Poulsen)